Nú verður sangskeið aftur

Í ár eru 40 ár liðin, síðani sangskeiðini hjá Heimamissiónini byrjaðu, og tey vóru hildin runt um í landinum í út við 30 ár. Sangskeiðið hevur nú verið í dvala í eini 10 ár. Men nú hava fólk tikið stig til at skipa fyri einum sangskeiði aftur.

Sangskeiðið verður í Missiónshúsinum á Strondum, og tað verður Ásbjørn Berthelsen, sum verður kórleiðari. Byrjað verður fríggjakvøldið 21. september og skeiðið endar við eini konsert leygarkvøld 22. september. 

Á skránni vera bæði rútmiskir gospelsangir og lættari meira traditionellir sangir. Aldursmarkið er 8. flokkur.

Skrá fyri skeiðið:

Fríggjadagur
18.00  Nátturði
19.00  Kórvenjing
21.30  Drekkamuður og hugni

Leygardagur
08.00  Morgunmatur
09.00  Kórvenjing
10.30  Steðgur
11.00  Kórvenjing
12.00  Døgurði
13.30  Kórvenjing
14.30  Steðgur
15.00  Kórvenjing
16.00  Aðalroynd
17.30  Nátturði
20.00  Konsert

Tilmelding fer fram her!

Les meira um sangskeiðini ígjøgnum árini í nýggjasta Trúboðanum, sum kom út í vikuni.

2015
2014
2013