Nógv fólk til fráfaringarhald

Salurin í Leguhúsinum í Nesvík var fullsettur týsdagin, tá samkoma var í samband við, at Gullak Hansen, Marjan Nielsen og Regin Høgnesen eru farin úr starvi.

Gullak og Marjan hava verið í starvi sum ávikavist trúboðari og barna- og familjuráðgevi síðan 2011, og Regin hevur verið í starvi sum trúboðari síðan 1992. Hóast tey øll nú eru farin úr løntum starvi, ynskja tey øll framhaldandi at vera virkin í tænastu í síni frítíð eftir førimuni.

Vit takka teimum trimum fyri trúfasta tænastu, og ynskja teimum Guds signing framyvir.

2015
2014
2013