Jólaborðhaldið fyri hjún 23. nov. fullteknað!

Eftir bert 5 korterum varð árliga jólaborðhaldið fullteknað. Ein avmarkaður bíðilisti verður gjørdur á mission.fo/tilmelding (vel "bíðilisti")

...

EINDIN, ið er familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, skipar aftur í ár fyri jólaborðhaldi fyri hjún á Hotel Føroyum. Jólaborðhaldið verður 23. november, og endamálið við kvøldinum, er at bjóða hjúnum at njóta eitt kvøld saman í hugnaligum umhvørvi, góðum mati, góðari samveru og stuttligum undirhaldi.

Vit hava sett eina sera góða skrá saman, og kostnaður fyri kvøldið er 1095 kr. fyri hjúnini. Møguleiki er eisini fyri at bíleggja kamar fyri serprís - 850 kr. Viðmerkjast skal at vit hava bílagt 79 kømur á Hotel Føroyum og 21 kømur á Kerjalon (100m frá).

Á skránni er m.a.:

  • Jórun Pólsdóttir og 'Tær fýra' syngja
  • Jógvan Fríðriksson hugleiðir um samskifti í hjúnabandinum
  • Hilmar Jan Hansen undirheldur
  • Ásbjørn Berthelsen og Holgar Johannesen leiða borðhaldið

HJARTALIGA VÆLKOMIN!

2015
2014
2013