Í morgun var lítil samkoma í Leguhúsinum í Nesvík, í sambandi við at nýggi húsavørðurin, Sigvald Zachariasen, hevði sín fyrsta dag í starvinum.
Andrias Magnussen, aðalskrivari, bjóðaði honum vælkomnum, og starvsfólkahópurin fekk sær ein góðan morgunmat saman.
Sigvald avloysir Jens Paula í Dali, ið hevur verið húsavørður í fýra ár. Jens Pauli verður tó verandi í starvinum allan november mánað, so skiftið við øllum teimum mongu praktisku uppgávunum verður so smidligt sum gjørligt.