Stórmøtini hjá Heimamissiónini vóru 23.-25. oktober, og hesuferð gjørdu vit okkum ómak at taka øll møtini upp. Talurnar hjá Johnn Hardang eru sostatt tøkar at lurta eftir í talusavninum her á síðuni. Harafturat tók Iktus upp fríggjakvøldið og leygarkvøldið, meðan Kringvarpið sjónvarpaði møtið sunnukvøldið.
Vit hava eisini lagt upptøkurnar av felagssanginum á okkara YouTube síðu, og fyri at gera tað enn meira ómakaleyst kanst tú síggja nakrar av teimum niðanfyri (fleiri koma seinni).