Her er skráin fyri mannfólkavikuskifti

Vikuskifti 14.-16. september verður mannfólkavikuskifti í Nesvík. Afturvendandi tiltakið er ein verulig success, ið savnar mannfólk úr øllum landinum og í øllum aldri til eitt hugnaligt vikuskifti saman.

Tema: 'Nú er nokk tosað'

Allir kenna vit til at hava ætlanir um eitthvørt. “Tá ið eg einaferð fái tíð, og havi pening og neyðugu orkuna, so..” er neyvan fremmandur tanki. Og flestu okkara mugu helst viðurkenna, at tað ofta ikki verður við stórt meira enn tankan.

Tískil hava vit sett okkum sum høvuðsmál á mansleguni, at nú er nokk tosað! Familjan, bygdin, næstin, samfelagið, meinigheitin og ikki minst vit sjálvir hava tørv á tí. Vit seta okkum tí fyri, at bretta upp um armar og fara til verka - tí at nú er nokk tosað!

Skráin

Fríggjadagur 14. september

Kl. 18.00 Vælkomst
Kl. 18.30 Nátturði
Kl. 20.00 Bíbliutími – Gev teg yvir! v/ Torleif Johannesen
Kl. 23.00 Turr grind og spik
Kl. 24.00 Andakt

Leygardagur 15. september

Kl. 09.00 Morgunmatur og andakt
Kl. 10.00 Bíbliutími – Gev tað bara! v/Bergur Debes Joensen
Kl. 12.00 Døgurði
Kl. 13.30 Bíbliutími – Tak fatt! v/Símun P. Jacobsen
Kl. 15.00 Fullpower bootcamp
Kl. 18.30 Festkvøld við góðum mati
               Sangframførsla: Ásbjørn Berthelsen's band
               Undirhald: Bill Justinussen & Torbjørn Jacobsen
Kl. 22.00 Sangløta og andakt

Sunnudagur 16. september

Kl. 09.00 Morgunmatur og andakt
Kl. 11.00 Gudstænasta - Liv lívið! v/ Ova Brim
Kl. 12.30 Døgurði
Kl. 13.30 Vit rudda og takka fyri

Melda teg til her!

2015
2014
2013