Formansfrágreiðing frá Ársmøtinum 2017 av Símun P. Jacobsen, formanni.
Góðu heimamissiónsvinir!
Enn einaferð hjartaliga vælkomin á ársmøti. Aftur í ár samlast vit í Nesvík, og tað kennist bara heilt væl – eins og eg kann gleðast um øll tykkum, ið eru møtt her í dag. Av tí at hetta fyrst og fremst er ein gleðinnar dagur, so er tað mín vón, at undirtøkan til ársmøtið bert fer at økjast ár fyri ár. Hetta er jú dagurin, har vit sum rørsla fáa loyvi at møtast og viðgera arbeiðið. Aðalskrivarin, Øssur Kjølbro, ið situr við dagligu leiðsluni og ger eitt megnararbeiði, fer at greiða nærri frá gongdini, eins og vit í dag eisini fáa innlit í fíggjarviðurskiftini.
Sjálvur fari eg at nevna okkurt ítøkiligt viðvíkjandi okkara stóra og umfatandi virksemi sum vekingarrørsla innan fólkakirkjuna. Men eisini er neyðugt og gagnligt at taka fepurin av tíðarinnar anda og samstundis gleðast um tann kraftaranda, ið er givin øllum kristnum. Í hesum Lutherári verður nógv gjørt burtur úr Luther og ikki minst tí skatti, hann fekk eyga á, tá ið hann í bøn og bíbliuarbeiði leitaði aftur til kelduna. Bíbliubókin er enn tann sama, og til komandi stórmøti – um Harrin vil - so fara vit eisini at hoyra mikið meira um tað, sum bleiv Luther so klárt og frígerandi. Boðskapurin um synd og náði og ikki minst um trúarinnar ríku gávu fara Leif Andersen og Asger Højlund at útleggja fyri okkum í heyst, og vil eg bert eggja fólki til at lesa eitt sindur um Luther hetta næsta hálva árið. Ja, nú er eitt upplagt høvi til at hyggja nærri at tí arvi, vit eiga í Luthers bíbliuútleggingum og kirkjustríði fyri sannleikanum.
Kærleiksgerðir
Og ein søk, ið er verd at stríða fyri, kann lýsast við einum orði: Og tað er tilvitið um kærleikan. Og í dag er støðan væl tann, at vit kunnu ikki bert láta sum um, at alt er í fínasta lagi, men heldur í kærleika spyrja: Hvussu er við okkara fyrsta kærleika – kærleikanum til Jesus? Og tá ið vit sum vekingarrørsla hava sum aðalmál at vekja upp trúarlívið, so má spurningurin ljóða til tann, sum sovnaður er, men sanniliga eisini til øll onnur, sum dagliga fylgja og tæna Jesusi. Svar okkara uppá spurningin um kærleikan til Jesus er av nógv størri týdningi, enn vit mangan geva okkum far um.
Hetta er ein áminning inn í tann veruleika, at bæði í og uttan um okkum er mangt og hvat, sum vil hava okkum at elska alt møguligt annað enn Jesus. Raðfestingar okkara avdúka rættiliga nógv, og einki er at ivast í, at kærleikin til Jesus – ella mangul uppá sama – er ein stórur spurningur inn í okkara egnu samtíð, og tí er hesin spurningur eisini háaktuellur fyri kirkju sum missiónsrørslu. Djevulin, ið vit hoyra rættuliga nógv um í hesi føstutíð, hevur í øllum førum ongar góðar ætlanir fyri okkum og fólk okkara. Og fyri ikki at lata seg forføra, er alneyðugt at koma til kraftarkelduna og halda seg nær at Jesusi. Saman við honum verða vit áhaldandi fylt við einum kærleika, ið vil medmenniskjað og kristna felagsskapin. Kærleikin vil einki ónt og vil altíð stríða ímóti syndini og tí, sum ónt er, og harafturat áhaldandi virka fyri tí góða, ikki bert í teoriini men eisini í praktiskum verki. Spurningurin er, um hetta myndar okkum í nóg stóran mun í dag? Latum okkum í eyðmýkt altíð tora at seta okkum henda spurning.
Og meðan vit gleðast um alt, sum gott er, so haldi eg, at tað kundi verið áhugavert – innan eitt ár – veruliga at sett fokus á hin gudgivna kærleiksgerningin, eisini innan heimamissiónsrørsluna. Vit hava nógv góð tiltøk, sum eru til stóra signing fyri mong fólk. Lat tað halda fram, so leingi tað er til signingar, men latum okkum ikki blíva eina rørslu, ið “bara” framleiðir tiltøk uttan vinalag og kærleika ímillum brøður og systrar í Harranum. Eitt er at elska við vøkrum orðum, men hvussu er við tilvitinum um at koma hvør øðrum við, eisini tá ið møtið er liðugt? Kanska er tíðin komin hartil, at vit í kærleikans navni veruliga fáa umsorganina á dagsskránna, og í staðin fyri bara at meta alt sum eina sjálvfylgju, hví so ikki eisini veruliga æra og virða hvørt annað, og í positivum anda eggja hvør øðrum til hitt góða verkið, borið av kærleikanum. Latum okkum vera tey, ið gráta við teimum grátandi og gleðast við teimum glaðu. Ja, latum okkum tora at liva og koma hvør øðrum við, soleiðis at vit í øllum umstøðum kenna okkum heima í heimamissiónini. Kenna okkum elskað, sædd og hoyrd.
Hetta merkir als ikki, at so skulu vit gevast við at prædika trúnna, syndina og náðina, og tað merkir heldur ikki, at so skulu vit gevast við at stríðast fyri tí, ið rætt er. Men her tosi eg um eina síðu av trúarlívinum, sum er so ómetaliga týðilig ígjøgnum alt Nýggja Testamenti. Skyldið ongum nakað, uttan hetta at elska hvønn annan. Ja, eru vit tey, ið kappast um at geva kærleika?! Um vit ikki eru so kend við hesa síðuna av kristinlívinum, so hava vit veruliga nakað at prædika, og hvør í sínum lagi eitt lív at liva, sum er myndað av Jesusi og kærleika hansara, ið altíð náddi medmenniskjað. Og í hesum sambandi gleðast vit um, at her kunnu vit øll somul vera við, og í staðin fyri at bíða og bíða eftir hvør øðrum, so kunnu vit hvør í sínum lagi bara byrja at sýna kærleika í verki. Á tann hátt kunnu vit fáa eina rørslu, ið á nógv sterkari hátt verður enn meira viðkomandi, samansjóðandi og gevandi, og harvið eisini ein betri rørsla at vera í og koma til. Jú, her hava vit øll eina stóra ábyrgd, og sjálvt um vit eisini kunnu skipa okkum til okkurt gott og gagnligt í framtíðini á hesum øki, so er tað bara ynskiligt, at kærleiksgerningarnir koma niðri frá – frá hjartanum – við ynski frá einstaklinginum um at elska næstan og harvið ikki bert liva fyri sær sjálvum.
Og fólk, sum ikki bert hava livað fyri sær sjálvum, men tænt Harranum, medmenniskjanum og heimamissiónsrørsluni fulla tíð, eru Regin, Marjan og Gullak, ið vit eisini minnast í bønum okkara. Stóra takk fyri tykkara góðu tænastu, ið vit bert kunnu gleðast um. Og takk fyri, at tit enn vilja virka í arbeiðinum. Má Harrin áhaldandi signa tykkum og tykkara. Sjálvt um vit koma at takka tykkum seinni, so vóni eg, at tit fáa mong klemm í dag fyri tykkara tænastu fyri Harran og frelsara okkara.
Útbyggingin í Nesvík
Og nú vit eru í Nesvík og hyggja suðureftir, so er at fegnast um, at útbyggingin er komin rættiliga í gongd og verður heilt liðug um eitt ár. Meðan legurnar vaksa, so er útbyggingin av Leguhúsinum eisini eitt ítøkiligt symbol uppá ta optimismu, ið vit dagliga arbeiða fyri. Í hesi ætlan er hjarta fyri at geva av alstórum týdningi. Takk fyri stuðul tykkara, og latum okkum áhaldandi arbeiða fyri at fáa enn meira inn, serliga meðan byggingin er í gongd. Eisini her kunnu øll verða við.
Og eins og eg havi eftirlýst seinnu árini, so ynski eg eina rørslu, ið flytur seg. Eina rørslu, ið ikki bert bíðar eftir boðum frá øðrum. Men eina rørslu, ið bjóðar seg fram, eisini við góðum hugskotum, og sum síðani eisini stendur saman í tí góða. Hesi hugskot, hesir kærleikans gerningar, kunnu partvís eisini koma frá tær. Ver tí ikki afturhaldandi, tá ið tú kanst vera virkin. Eitt er so vist: Líkasæla og andligur svøvnur byggja ikki Guds ríki – ei heldur Heimamissiónina. Skriftin áminnir okkum mangan um at vaka, biðja og tæna. Og meðan vit í tøkk bert kunnu fegnast um alt tað góða, ið verður gjørt, so eiga vit í eggjan og uppmuntran eisini at spyrja hvørt annað: Hvørjum brennur tú veruliga fyri? Ella er einki at stríðast fyri longur?
Hjúnalagslógin
Og her undrist eg stórliga um tøgnina, nú Løgtingið innan fáar vikur endaliga vil broyta tað av Gudi innsetta hjúnalagið ímillum mann og kvinnu til eisini at vera ímillum mann og mann og kvinnu og kvinnu. Í øðrum málum verða politikarar niðurringdir og flokkar trýstir við hóttanini um at missa atkvøður og so framvegis. Hetta er tað, man í dagligari talu kallar lobby og fólkaræði, og tað hevur sína ávirkan. Men málið um nýdefinitiónina av hjúnabandinum sum skipan er kanska ikki so týðandi, at tað fær okkum til telduna ella at tosa við tey, ið varða av málinum? Og nú spyrji eg beinleiðis, um vit veruliga hava stríðst í bøn og ávirkan annars í hesum máli, ið gongur beint ímóti Guds klára vilja?
Nútíðin og framtíðin krevur vakin og biðjandi kristin, ið eisini tora at vera ljós og salt, tað vil siga almenn við tí vitnisburði, ið vísir á Jesus og Guds góða vilja við mannalívinum. Júst tí skal eisini ljóða ein stór tøkk til tykkara, sum eru tilvitað og virkin í hesi verndartænastu fyri land okkara. Og vil eg eisini í hesum sambandi takka fyri forbøn og samstundis minna okkum á, at tað er positivt at virka fyri tí góða, eins og tað er positivt at virka ímóti tí, ið vil niðurlaga tað gudgivna. Latum okkum tí ikki troyttast í tænastuni fyri Harran, og alla tíðina hava næstakærleikan á hjarta og munni og í verki annars.
Og so vil eg at enda eggja til bøn. Bøn fyri nýggjum starvsfólki til boðanartænastu. Bøn fyri útbyggingini av Leguhúsinum. Bøn – við tøkk – fyri øllum núverandi starvsfólkum. Bøn fyri øllum arbeiðsbólkum, stýrum og høvuðsstýri. Bøn fyri landi og kirkjuni. Bøn fyri, at Harrin má mynda hjørtu okkara. Bøn fyri, at hann má búgva okkum út við teimum náðigávum, ið okkum tørvar.
Ja, latum okkum so bjóða okkum fram við tí staðfesting: Her eru vit, Harri: Nýt okkum, send okkum. Og latum okkum so fáa loyvi at ganga í teimum gerningum, ið tú hevur lagt fyri føtur okkara. Og í hesum verki biðja vit um Guds signing, náði og kraft – yvir okkum øll somul – og alt tað megnararbeiði, ið verður gjørt runt landið.
Takk fyri.