Hóast vit nærkast stytsta degi, er full ferð á fyrireikingunum til summarlegurnar í 2020. Av tí at undirtøkan støðugt er voksin seinastu árini, verður ein lega meira enn seinasta summar.
(Mynd: Frá Wild Life í Mykinesi í 2016)
SIMBA-legurnar næsta summar eru lagdar inn í kalendaran, so til ber longu nú at seta dagarnar av, um ein ætlar sær á legu. Tilmeldingarskipanin letur upp umleið 1. mars.
Legurnar fyri børn og juniorar eru hesar:
7.-8. flokkur Wild Life 29. mai – 31. mai
2.-3. flokkur Nesvík 26. juni – 30. juni
2.-5. flokkur Sørvágur 26. juni – 30. juni
2.-5. flokkur Porkeri 29. juni – 2. juli
3.-4. flokkur Nesvík 1. juli – 5. juli
4.-5. flokkur Nesvík 6. juli – 10. juli
5.-6. flokkur Nesvík 11. juli – 15. juli
6.-7. flokkur Nesvík 16. juli – 20. juli
Tá tilmeldingarskipanin letur upp (umleið 1. mars), verða prísir og onnur praktisk kunning eisini klár.