Fyrst í árinum kom Trúboðin blaðið út í nýggjum sniði. Nú er nýggja heimasíðan eisini tillagað nýggja sniðinum, soleiðis at ein hevur somu kenslu av at sita við blaðnum í hond og lesa á trubodin.fo á skíggjanum.
Í summar var Trubodin.fo undir álopi frá hakkarum, so at síðan eftirfylgjandi var mestsum óvirkin í fleiri mánaðir. Í desember mánað fór ein nýggj heimasíða av bakkastokki, og nú eisini við dagførdum sniði.
Vit hava lagt okkum eftir at gera brúkaraupplivilsi enn betur enn áðrenn. Nýggja heimasíðan er eisini løttlesilig á fartelefonum.
Meðan Trubodin.fo borðreiðir við kristiligum tíðindum, ið eru løtt og skjót at lesa, ber í blaðnum til at grava eitt sindur djúpri við samrøðum og longri greinum av ymsum slag.
Í samband við nýggja sniðið skipar Trúboðin fyri haldarakapping, har tú kanst fáa Trúboðan restina av árinum fyri einans 350 kr. og samstundis verða við í lutakastinum um tvey gávukort á 10.000 kr. Les meira um haldarakappingina her.
Fylg eisini Trúboðanum á Facebook, so tú fært kristilig tíðindi beint á tín Facebook vegg.