Sjómansmissiónin hátíðarhildin á seks hugnakvøldum um landið

Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Føroysku Sjómansmissiónini, verður skipað fyri seks almennum hugnakvøldum kring landið. Byrjað verður í Suðuroynni, har eisini sjómansmissiónin byrjaði sítt virksemi.

Leygardagin 22. september

Kl. 18.00 í Salt á Tvøroyri
Sangur: Menn av Tvøroyri og streingjakórini í Porkeri og Sumba 
Andakt: Torleif Johannesen

Mánadagin 24. september
Kl. 19.30 í missiónshúsinum á Sandi
Sangur: Birna í H. Hentze
Andakt: Henry Christiansen

Mikudagin 26. september
Kl. 19.30 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági
Sangur: Tórfríð Tavsen
Andakt: Gunnar K. Nattestad

Mánadagin 1. oktober
Kl. 19.30 í Leguhúsinum í Nesvík – fyri Streymoynna
Sangur: Streingjakórið á Argjum
Andakt: Sólrun Poulsen

Týsdagin 2. oktober
Kl. 19.30 í Leguhúsinum í Nesvík – fyri Eysturoynna
Sangur: Manskórið í Thabor í Fuglafirði
Andakt: Símun P. Jacobsen

Mánadagin 8. oktober
Kl. 19.30 í matarhøllini á Kósini í Klaksvík
Sangur: Kvinnukór úr Emmaus og Marta Mýri
Andakt: Andrias Magnussen

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN

2015
2014
2013