Nú grækarismessa er farin afturum, og tað so smátt er farið at vára, er tíð at tekna seg til summarlegurnar, sum SIMBA – barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini – skipar fyri.
Umframt legur í Leguhúsinum í Nesvík, er ein lega í Porkeri og ein á Giljanesi. Harumframt kemur sokallaða Wild Life-legan, sum verður hildin úti í vøkru og stórbæru føroysku náttúruni longu um mánaðarskiftið mai-juni. Staðið er ikki alment enn, men undanfarin ár hevur henda lega verið eitt nú í Sjeyndum, í Mykineshólmi og á Borðuni.
Fyri flestu legurnar er kostnaðurin 645 krónur. Tó kostar Wild Life 400 krónur fyri hvønn. Til allar legurnar fáa systkin avsláttur. Eru tvey systkin, fáa tey 40 krónur í avsláttri hvør, trý systkin ella fleiri fáa 80 krónur hvør í avsláttri.
Tekningarfreistin fyri “vanligu” legurnar er 20. juni, men fyri Wild Life longu 27. mai. Tó kunnu legurnar vera fullteknaðar væl áðrenn freistirnar, og tí verður mælt til, at børn og foreldur ikki drála ov leingi við at tekna seg. Royndirnar seinastu árini eru, at legurnar verða fullteknaðar fyrr og fyrr.
> Tekningin fer fram her (ein rindar samstundis)
Umframt nevndu legur eru onnur tiltøk í Leguhúsinum í Nesvík í summar.
Familjulega er 23.-26. juli. Ungdómslega fyri 8.-10. flokk er 4.-8. august. Ungdómslega fyri 17 ára gomul og eldri verður vikuskiftið 16.-18. august, beint áðrenn skúlarnir byrja aftur. Og bíbliuskeið verður 22.-25. august.
Hesi tiltøk verða lýst hvør sær.
Harumframt kunnu vit nevna sangfagnaðin, sum er seinna vikuskifti í heystfrítíðini, 17.-20. oktober.