Meira enn 4 mió. komnar inn til Leguhúsið

Útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík gongur framá, og nú februar mánaður er farin afturum, eru meira enn 4 mió. komnar inn tilsamans til útbyggingina.

Hetta saman við teimum áleið 9 mió., sum Heimamissiónin hevði sett av til byggingina, tá byrjað varð, merkir at góðar 13 mió. eru komnar inn til útbyggingina, umframt peningin, sum varð nýttur til at keypa grundøkið, at gera økið byggibúgvið og annað.

- Hetta gleðast vit um, sigur Øssur Kjølbro, aðalskrivari í Heimamissiónini. Fleiri einstakar gávur eru komnar inn, og ein røð av føstum gevarum stuðla hvønn mánað við fastari flyting. 

Enn er langt eftir á mál
Kostnaðurin av at gera 1. byggistig liðugt er mettur at kosta áleið 17,6 mió., meðan kostnaðurin av allari útbyggingini er mettur at kosta góðar 28 mió. So enn mangla einar 15 mió. í fyri at fullføra alla útbyggingina.

Ert tú glað/ur fyri Leguhúsið í Nesvík? Ver við til at stuðla útbyggingini við at geva eina fasta mánaðargávu ella við at geva eina eingangs gávu.

Stuðla útbyggingini av Leguhúsinum í Nesvík 

Les meira um útbyggingina

2015
2014
2013