Mannfólkavikuskifti í Nesvík

Árliga manslegan í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Aftur í ár hava vit eina spennandi og fjølbroyttari skrá við góðum tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum, heitum pottum, framførslu frá tónleikabólkinum Blátt Gras og serliga góðum mati.

Manslegan hevur seinastu tvey árini verið væl umtókt. Hvørt ár hava áleið 150-200 menn úr øllum landinum luttikið, yngri sum eldri.

TEMA
Evnið fyri mansleguna í ár er ‘Hevur tú tíð...?’. Vit liva í eini sera ‘resutari’ tíð og hava ivaleyst ongantíð havt so ringa tíð sum nú. Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at strongd er vorðin ein vanlig sjúka, familjur eru í upploysn, og fleiri torna upp andaliga.

Í vikuskiftinum steðga vit á í øllum ‘resinum’ og koma inn á, hvussu vit kunnu verða betri til at raðfesta okkara tíð. Vit hava allir 24 tímar í døgninum, men hvussu brúka vit hesar tímarnar? Vit hava eina avmarkaða tíð á jørðini, hvussu brúka vit hesa tíð best?

SKRÁ

Fríggjadagur 15. september
Kl. 18:00 Vælkomin 
Kl. 18.30 Nátturði 
Kl. 20.00 Bíbliutími - Hevur tú tíð at liva? v/ Pól Johannesen 
Kl. 23.00 Pannukøkur og ísur 
Kl. 24.00 Andakt

Leygardagur 16. september
Kl. 09.00 Morgunmatur 
Kl. 10.00 Bíbliutími - Hevur tú tíð at lurta? v/ Bergur Debes Joensen 
Kl. 12.00 Døgurði 
Kl. 13.30 Bíbliutími - Hevur tú tíð at tæna? v/ Bergur Debes Joensen 
Kl. 15.00 Avbjóðandi uttandura mannfólka kappingar 
Kl. 18.30 Festkvøld við góðum mati 
               Sangframførsla: Blátt Gras 
               Undirhald: Helgi Abrahamsen & Bill Justinussen 
Kl. 22.00 Sangløta & andakt v/ Jørgin Jacobsen

Sunnudagur 17. september
Kl. 09.00 Morgunmatur 
Kl. 11.00 Gudstænasta – Tíðin rennur sum streymur í á v/ Sverra Steinhólm 
Kl. 12.30 Døgurði 
Kl. 13.30 Vit rudda og takka fyri

P.S. Heitir pottar uttanfyri alt vikuskifti!

Freistin at tekna seg: 10. sept.

Kostnaður: 650 kr.

MELDA TEG TIL HER

2015
2014
2013