Bókin gevur lesaranum eitt søguligt yvirlit, frá byrjan og heilt til okkara dagar. Nomið verður við íðin undangongufólk og virkin tænastufólk gjøgnum tíðirnar, eins og forvitnisligar hendingar. Arbeiðið byrjaði í Suðuroy, men breiddi seg um alt landið við sjómansstovum og sjómansheimum. Sjómansmissiónin fylgdi eisini við føroyskum fiskimonnum til Íslands, Grønlands, Bretlands og Danmarkar. Soleiðis er ein Høvuðstráður gjøgnum bókina, at arbeiðið støðugt hevur verið lagað til broyttu umstøðurnar hjá serliga fiskimonnum okkara.
Bókin kemur eisini inn á brotið eftir seinna heimsbardaga, tá sjómansmissiónin fór í tvíningar. Í nýggjari tíð hevur ein høvuðstáttur verið at vitja umborð á skip og bátar í Føroyum, umframt mongu sjómanskvinnuringarnir kring landið. Allir hesir tættir verða lýstir í bókini. At enda eru stuttar samrøður við sjómenn í dag, um hvat teir halda um sjómansmissiónina.
“Lívgað sjófólk í eina øld” er 214 blaðsíður, við hópin av forvitnisligum myndum, bæði svart/hvítar og í litum. Bókin kostar 259 kr. og fæst í bókahandlum og øðrum handlum kring landið, umframt frá Heimamissiónsforlagnum, herundir nethandlinum keyp.mission.fo
Seinni í september og í oktober skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri seks hugnakvøldum um landið; tá verður bókin eisini løgd fram, og høvi verður at keypa hana.