Jens Pauli í Dali nýggjur húsavørður

Nýggjur húsavørður í Leguhúsinum í Nesvík er Jens Pauli í Dali. Jens Pauli er 54 ár, havnarmaður, men býr í Kvívík saman við konu síni, Doris. Hann er útbúgvin bilmekanikari, men starvast sum arbeiðsmaður hjá Tórshavnar Kommunu. Hann hevur áður arbeitt hjá Skógrøkt Landsins í mong ár, og eitt skifti var hann sjálvstøðugur við gravimaskinu.

Jens Pauli byrjar í starvinum 20. oktober og kemur fyri Regin Dal-Christiansen, sum fór úr starvi í summar.

2015
2014
2013