Heri úr starvi um ársskiftið

Orsakað av fíggjarligum avbjóðingum í Tent Danmark, er Tent noytt at minka um manningina í tí partinum av arbeiðnum. Tí steðgar Tent frá nýggjárinum samstarvinum við Hera Kjærbo, sum hevur verið dagligur leiðari fyri Tent Danmark, umframt at Heimamissiónin hevur leigað hann í 25 % starvstíð sum missiónsskrivari. Tískil hevur Tent eisini sagt upp samstarvið við Heimamissiónina, og tað hevur við sær, at Heri gevst í starvinum hjá Heimamissiónini um ársskiftið.

Heri hevur verið í starvi hjá Heimamissiónini síðani 2009. Áðrenn tað vóru hann og Malan trúboðarar í Tansania í 8 ár, útsend av donsku Luthersk Mission. Frá januar 2009 var Heri boðanarleiðari, við ábyrgd fyri missión heima, úti í heimi og á sjónum, og hevur hann verið við til at menna hesi øki. Eitt skifti hevði hann eisini ábyrgd fyri marknaðarføring. Í 2014 fór hann í hálvt starv hjá Tent, og í ár fulla tíð, tó útleigaður til Heimamissiónina í 25 % starvstíð fyri at røkja altjóða missión.

Heimamissiónin takkar Hera hjartaliga fyri hansara stóra ídni í starvinum, sum hann hevur lagt alla orku í, og ynskir honum og familjuni Guds signing á leiðini víðari.

2015
2014
2013