Vikuskifti 14.-16. september verður mannfólkavikuskifti í Nesvík. Afturvendandi tiltakið er ein verulig success, ið savnar mannfólk úr øllum landinum og í øllum aldri til eitt hugnaligt vikuskifti saman.
Allir kenna vit til at hava ætlanir um eitthvørt. “Tá ið eg einaferð fái tíð, og havi pening og neyðugu orkuna, so..” er neyvan fremmandur tanki. Og flestu okkara mugu helst viðurkenna, at tað ofta ikki verður við stórt meira enn tankan.
Tískil hava vit sett okkum sum høvuðsmál á mansleguni, at nú er nokk tosað! Familjan, bygdin, næstin, samfelagið, meinigheitin og ikki minst vit sjálvir hava tørv á tí. Vit seta okkum tí fyri, at bretta upp um armar og fara til verka - tí at nú er nokk tosað!
Fríggjadagur 14. september
Kl. 18.00 Vælkomst
Kl. 18.30 Nátturði
Kl. 20.00 Bíbliutími – Gev teg yvir! v/ Torleif Johannesen
Kl. 23.00 Turr grind og spik
Kl. 24.00 Andakt
Leygardagur 15. september
Kl. 09.00 Morgunmatur og andakt
Kl. 10.00 Bíbliutími – Gev tað bara! v/Bergur Debes Joensen
Kl. 12.00 Døgurði
Kl. 13.30 Bíbliutími – Tak fatt! v/Símun P. Jacobsen
Kl. 15.00 Fullpower bootcamp
Kl. 18.30 Festkvøld við góðum mati
Sangframførsla: Ásbjørn Berthelsen's band
Undirhald: Bill Justinussen & Torbjørn Jacobsen
Kl. 22.00 Sangløta og andakt
Sunnudagur 16. september
Kl. 09.00 Morgunmatur og andakt
Kl. 11.00 Gudstænasta - Liv lívið! v/ Ova Brim
Kl. 12.30 Døgurði
Kl. 13.30 Vit rudda og takka fyri