Bíbliuskeiðið: Treystur í trúnni

Komið við til eitt spennandi vikuskifti saman við bíbliuni og Guds fólki. Bíbliuskeiðið er ætlað fólki í øllum aldri. Børn kunnu luttaka saman við foreldrunum. Vit búgva á 8 mans kømrum, kvinnur og menn hvør sær. Tað ber ikki til at fáa einakamar.

Evnið í ár er 'Treystur í trúnni'. Undirvísari er Svein Granerud, deildarleiðari fyri arbeiði hjá Normisjon í Noregi.

Í ár verða hesir áhugatímar seinnapart leygardag:

  1. Rættin til lívið! v. Elsbet E. Magnussen
  2. Avbjóðingar í hjúnarlagnum
  3. Ísrael í endatíðini v. Svein Granerud

Kostnaður fyri skeiðið er:

  • 650,- kr. fyri alt skeiðið
  • Frá fríggjadegi kl. 16.00 550,- kr.
  • Børn 100,- kr
  • Seingjarklæði kunnu leigast í Nesvík fyri 130 kr.

Hevur tú hug at luttaka, men mást setast aftur av fíggjarligum ávum, eru møguleikar fyri avsláttri. Tosa við Torleif Johannessen (tlf. 229024).

SKRÁIN:

Hósdagin 23. august
20.00 Tí hava vit álit á bíbliuna

Fríggjadagin 24. august
08.00 Morgunmatur
10.00 Jesus í Gamla Testamenti
12.30 Døgurði
15.15 Drekka
16.00 Tá ið trúgvin verður roynd
18.00 Nátturði
20.00 Treystur í trúnni í gamiljulívinum
Drekka

Leygardagin 25. august
08.00 Morgunmatur
10.00 Treystur í trúnni í dagligdegnum
12.30 Døgurði
14.00 Áhugatímar*
15.15 Drekka
16.00 Áhugatímar*
18.00 Nátturði
20.00 Treystur í trúnni í kirkjuliðinum
Møguleiki fyri samtalu og forbøn
Drekka

Sunnudagin 26. august
08.30 Morgunmatur
11.00 Gudstænasta
12.30 Døgurði
Upprudding og fráferð

Hevur tú tørv á hjálp við tilmelding ella avmelding, set teg í samband við okkum á (+298) 470 000 ella

Melda teg til Bíbliuskeiðið 2018

2015
2014
2013