Arbeiðsfrágreiðingin

Arbeiðsfrágreiðing frá Ársmøtinum 25. mars 2017 av Øssur Kjølbro, aðalskrivara.

Inngangur
Góðu heimamissiónsfólk!

Tað er aftur í ár mín lutur at greiða eitt sindur frá arbeiðnum seinasta árið. Sjálvandi er nógv endurtøka frá undanfarnum árum, tí stórur partur av okkara arbeiði er regluligt, afturvendandi. Og kanska fellir tað okkum menniskjum natúrligt ikki at síggja so stórt virðið í tí fasta og afturvendandi, men heldur í tí nýskapandi, tí sum brýtur upp úr nýggjum. Vit eru óivað ein siðbundin rørsla, men vit bróta eisini upp úr nýggjum á summum økjum. Og so mugu vit ikki gloyma ta styrkina, at vit eru virkin um alt landið. Heldur enn at savna okkum í nakrar fáar stórar eindir, koma vit saman í mongum smáum og hálvstórum samfeløgum.

Yvirskipað
Við heitinum fyri ársmøtið í ár "Tí at so elskaði Gud heimin" eru vit við kjarnan í kristna gleðiboðskapinum. Tí alt byrjar við Guds elskandi hjarta, sum pínist av, at vit, skapningar hansara, hava gjørt uppreistur móti honum og tí eru glatað. Men tí gav Gud sín einborna son fyri okkum, til tess at ein og hvør, sum trýr á henda sonin, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí sigur okkara visjón, sum varð orðað fyri 3 árum síðani, eisini, at vit vilja leiða menniskju til Kristus og menna lærusveinar til tænastu!

Samstundis endurspeglar heitið fyri ársmøtið, at tað í ár eru 500 ár síðani reformatiónina. Tí tað er eisini viðkomandi fyri okkara rørslu, sum byggir á Bíbliuna sum grundarlag og evangelisk-luthersku læruna sum bindandi tulking av heilagu Skriftunum. Vit kunnu umhugsa, hvussu sterk tilvitanin er í rørsluni um okkara lærugrundarlag. Tí tað er ikki bert føgur orð við gotiskari skrift í eini gamlari støvutari bók, men livandi og frígerandi og brennandi og sunn kristnitrúgv.

Hyggja vit eftir luttakaratølum, er tað eitt sindur ymiskt, hvussu undirtøkan er fyri okkara arbeiði. Eftir afturgongd í fleiri ár, hava vit nú í fleiri ár sæð framgongd og stóra undirtøku fyri mongum av okkara tiltøkum. Summarlegurnar fyri børn og juniorar. Juniorlegan í mars. Ungdómslegurnar gjøgnum árið. Eins og tey nýggjaru tiltøkini so sum manslegan, kvinnuting, jólaborðhaldið og 60+, sum var seinasta leygardag. Onnur nýggj tiltøk, t.d. ymisk føst tilboð til hjún, tykjast liggja í eini fastari legu.

Samstundis mugu vit ásanna, at fleiri staðni kring landið fellir talið á børnum og ungum í sunnudagsskúlum og ungdómsmøtum. Tó at juniorbólkarnir tað er vanliga 5.-7. flokkur tykjast at blóma fleiri staðni. Undirtøkan fyri vanligum sunnukvøldsmøtum svingar. Afturgongd onkra staðni, status quo aðra staðni, men onkrastaðni eru reglulig møtir byrjað aftur, har tað ikki hevur verið, og sama við ungdómsmøtum.

Vit kunnu eisini gleðast um fíggjarligt yvirskot nú í 5 ár á rað, eftir 4 ár á rað við stórum undirskoti. Men bakgrundin er, at vit hvørt ár hava umleið 1 starvsfólk færri í starvi enn árið fyri. Og tey, sum eftir eru, renna skjótari og skjótari, tí vit royna at megna tað sama ella næstan tað. Leiðslan hevur leingi ásannað, at henda gongd kann ikki halda fram. Tí vit vilja fegin røkka longur og gera meira og kallið til okkara krevur tað eisini. Nú okkara menn um fáar tímar skulu spæla landsdyst í Andorra, er tað kanska loyvt at nýta fótbóltsmál og siga: Vit kunnu ikki bara verja, um vit skulu vinna nakað, mugu vit eisini leypa á!

Tí kunnu vit eisini gleðast um tey í okkara rørslu, sum støðugt síggja nýggjar møguleikar, og hava hug at fara í álop, og draga fleiri við sær! Tí menniskju mugu hoyra gleðiboðskapin og læra Jesus at kenna sum sín frelsara og harra. Á landi, sjógvi og úti í heimi.

Missión heima
Sum nevnt er bulurin í okkara arbeiði, at gleðiboðskapurin um Jesus viku eftir viku verður boðaður í missións- og meinigheitshúsum kring landið, eins og í øðrum hølum. Fyri børnum, ungum og vaksnum. Tey mongu, sum trúføst nýta part av síni dýrabaru frítíð til hetta, vita helst ikki, hvussu stóran týdning tað hevur.

Afturat hesum sjálvbodna ólønta arbeiði hava trúboðarar møtir, ungdómsmøtir og bíbliutímar, vitja røktarheim og sambýli, sjúk og einsamøll, hava sálarrøkt í trúnaði, umframt at skipa fyri missiónsvikum og fleiri øðrum spennandi tiltøkum.

Men tað er eingin loyna, at tveir av okkara trúboðarum, Regin Høgnesen og Gullak Hansen, eru vorðnir 70 ár og eru farnir úr vanligari løntari trúboðaratænastu, tó at teir hava játtað at halda fram sum frítíðartrúboðarar. Gullak er í løtuni í Danmark í sjúkraørindum, og vit minna á at biðja fyri honum og Jónhildu, sum eisini er frítíðartrúboðari hjá okkum. Tá Gullak er heima og byrgur aftur, skipar leiðslan fyri samkomu fyri teimum, sum eru farin úr starvi. Samstundis sum vit takka Gudi og teimum fyri teirra drúgvu og trúgvu tænastu, verður arbeitt við at seta nýggjan trúboðara. Eitt er at finna tann rætta persónin til tær røttu uppgávurnar, men tað hevur líka stóran týdning at fáa neyðugu fíggingina til vega, og hana mugu heimamissiónsfólk kring landið vera við til at bera.

Pól Johannesen er trúboðari, nógv í Norðoyggjum, men ikki bara, og hann vitjar ein hóp av fólki, bæði heima og á sjúkrahúsum og røktarheimum. Jógvan Højgaard virkar burturav í Suðuroy og stuðlar í hálvtíðarstarvi missiónsarbeiðunum har.

Stórmøtini
Aftur í fjør eydnaðust stórmøtini væl, hesaferð í Høllini á Hálsi í Havn. Góð boðan, góður sangur og tónleikur, góður felagsskapur, góð undirtøka og góður uppbakningur frá fólki í Havn, á Argjum og í Kollafirði. Stórmøtini í heyst verða, um Gud vil, í Bylgjuni í Runavík, og hesaferð eru ikki færri enn tveir útlendskir talarar, annar til kvøldmøtini og hin til undirvísing um dagin.

Eg nevndi sangin og tónleikin á stórmøtunum. Hóast eitt og annað altíð kann gerast betri, tori eg at siga, at tað gevur afturljóð bæði í og uttanfyri rørsluna. Fleiri staðni er eitt sindur meira lív komin í tónleikin aftur. Og meira av tí sama er frálíki Sangfagnaðurin, sum var í heystfrítíðini, har lovsangurin frá hálvtannaðhundrað glaðum børnum rungaði fyri tveimum fullsettum Løkshøllum. Fyri bara fáum árum síðani tosaðu vit um "kórdeyða", bæði millum vaksin og børn.

Sjómansmissión
Um hesa tíðina næsta ár verður Sjómansmissiónin 100 ára gomul, men tað eru ikki aldurdómstekin, sum eyðkenna arbeiðið! Hóast einans eitt lønt starvsfólk, Torleif Johannesen, er nógv á skránni. Fyrst og fremst er tað hópur av vitjanum umborð á skip, millum annað við tilfari, sum Sjómansmissiónin sjálv framleiðir. Tann óvitandi kann nú eisini vita meira um lívið umborð, tí internetportalarnir eru óførir at kopiera tíðindi av facebook-vegginum hjá Sjómansmissiónini. Tey eru upplýsandi og seta positivt ljós á sjófólkið. Sjómanstrúboðarin vitjar eisini mongu sjómanskvinnuringarnar kring landið, sum eru við til at bera arbeiðið. Úr rúgvuni kunnu vit eisini nevna Grønlandstoymið, sum vitjaði Grønland fyri 7. ferð í fjør og landstoymið hjá Sjómansmissiónini, sum er við til at leiða arbeiðið saman við sjómanstrúboðaranum.

Heimamissiónsungdómur
Ein verður ungur aftur av at vera saman við okkara lívliga og fríska ungdómi. Lív er í ungdómsmøtum kring landið, og ikki minni í meira enn fullteknaðum ungdómslegum í Nesvík. Eftir ein ídnan innsats í nøkur ár fór Jonleif Danielsen í Runavík fyri kortum frá sum formaður fyri LandsUngdómsNevndina, og Andrias Magnussen á Saltnesi tók við. Afturat nevndini er Kristian Sofus Petersen volontørur.

Eg vil her eisini nevna, at mong ung eisini eru sera hjálpsom til aðrar uppgávur uttanfyri ungdómsarbeiðið. Og kanska kunnu vit eitt sindur eldri læra av teimum ungu. Sjálvandi hava mong ung ikki somu skyldur sum tilkomin, men eg havi seinastu árini hugsað, um vit HM-fólk ikki eru ov ung, tá vit leggja frá okkum, fyri at sum tað eitur lova yngri kreftum framat. Í stýrum, nevndum, sunnudagsskúlaarbeiði, legulegarar og aðrar tænastur. Tey ungu eru frísk, men arbeiðið tørvar og tey ungu tørva eisini tey eitt sindur meira búnu. Tá sunn aldursjavnvág er í, hevur arbeiðið best møguleikar at blóma.

Simba og Eindin
Eitt tað størsta arbeiðsøkið er Simba, arbeiði okkara fyri børn og juniorar, og Eindin, arbeiði okkara fyri familjur, hjún og eldri. Barna- og familjuráðgevin stendur á odda fyri hesum arbeiðnum, men á nýggjárinum fór Marjan Nielsen úr hesum starvi eftir stórt arbeiði í seks ár. Hóast starvið varð lýst leyst tvær ferðir og fleiri síðani eru spurd, er enn eingin avloysari komin í hetta so týðandi og meiningsfulla starv. Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi, og hví tað er so, kunnu vit óivað tosa leingi um. Men ikki tykkum at siga er tað tó slítandi, tí nógv orka, sum kundi verið nýtt til annað, fer til at fáa nýggj fólk í starv, samstundis sum arbeiðið skal koyra víðari so smidliga sum møguligt. Í hesum føri er Marjan so beinasom, at hon ikki hevur slept endanum enn, men vit biðja Gud um at kalla tann rætta persónin til hesa tænastu.

Saman við ráðgevanum er tað Landstoymið fyri Børn og Familjur, sum varðar av hesi viðfevnda arbeiðsgrein. Eisini her var formansskifti fyri kortum. Katrin Mortensen í Øravík fór frá, og Sigrun Mikkelsen í Sørvági tók við.

Í fleiri ár er eitt støðugt menningararbeiði gjørt við øllum tilboðunum, sum Simba og Eindin hevur til børn, juniorar, hjún, familjur og eldri. Sangfagnaðurin, sum eg nevndi í áðni, er bara eitt dømi úr eini rúgvu. Simba knýtir eisini sunnudagsskúlar og juniorarbeiði saman, m.a. við undirvísingartilfari og ráðstevnu annaðhvørt ár.

Leguhúsið í Nesvík
Leguhúsið, sum nú verður bygt út, er eitt týðandi tilfeingi í okkara arbeiði. Sum tað skilst av tí, sum er sagt um legur og onnur tiltøk, verður tað eisini sera nógv nýtt, og tað verður neyvan minni næstu árini. Tí hevur tað týdning, at vit veruliga taka Leguhúsið til okkara sum okkara felags ogn, tilfeingi og ábyrgd. Vit mugu øll gera okkara, og geva okkara íkast. Peningur til útbygging er nevnt. Men eg hugsi eisini um sjálvbodna arbeiðsmegi til tað stóra viðlíkahaldsarbeiðið, um leiðarar, kokkar og onnur hjálparfólk til mongu legurnar, umframt góðan peningaligan stuðul til at reka Leguhúsið.

Jens Pauli í Dali er húsavørður og tekur sær av tí dagliga viðlíkahaldinum, meðan Tórun Poulsen í februar byrjaði sum hjálparfólk, serliga fyri at taka sær av dagligum rakstrar- og fyrisitingaruppgávum. LeguHúsNevndin er í dvala í løtuni, tí arbeitt verður við at endurnýggja arbeiðssetningin fyri nevndina.

Miðlamissión
Okkara fýra heimasíður koyra í fullum geari. Tað er Jákup Justinussen, samskiftisfólk í 20 % starvi, sum hjálpir okkum við okkara talgilda samskifti, sum hevur so stóran týdning nú á døgum.

Annars er tað Hans Erik Hansen, sum leggur nógv av tilfarinum út á netið. Hann og Torfinn Jacobsen eru miðlamenn og taka sær serliga av at skriva málgagn okkara, Trúboðan. Blaðið bleiv frískað upp í fjør og ein innsatsur bleiv gjørdur fyri at økja um haldaratalið og at tillaga útreiðslurnar. Men vit mugu tó ásanna, at Trúboðin hevur tað sera trupult fíggjarliga, og tað gongur skeiva vegin. Hækkaða postgjaldið á góðar 30.000 kr. árliga er bara ein steinur omaná byrðu. Tí hava vit kannað møguleikarnar fyri at leggja blaðið um. Tað er ein avbjóðing at finna røttu loysnina, men avgerð verður tikin innan alt ov leingi. Tí leiðslan er greið um, at okkum tørvar eitt málgagn og eina klára rødd í almenna rúminum, samstundis sum tað skal hanga saman fíggjarliga.

Av útgávum vil eg eisini nevna "Sunnudagsblaðið", sum Karl N. Hansen stendur fyri, eins og bíbliulesiætlanin fyri ung, Kumpas.

Altjóða missión
Tað nívir mítt hjarta, at vit eru so lítið við í altjóða missión. Vit hava, sum er, ongar trúboðarar úti. Tó er Gud ikki givin at kalla fólk til tænastu úti í heimi. Leiðslan hevur samtykt eina hóskandi strategi fyri, hvønn leiklut Heimamissiónin eigur at hava í hesi týðandi arbeiðsgrein. Vónandi verður hetta karmur um fleiri útsendingar næstu árini. Simba samstarvar annars við Sat-7 Kids, sum er ein kristin sjónvarpsrás í tí ófriðarliga Miðeystri og sum okkara sunnudagsskúlabørn eru íðin at stuðla. Tað er Sat-7 Kids, sum m.a. framleiðir skúlasjónvarpssendingar til sýrisk børn í flóttafólkalegum. Grønlandstoymið, sum eg nevndi, er eisini virkið undir hattinum hjá Sjómansmissiónini. Og vit kunnu eisini gleðast um tey, sum fara út í styttri ella longri tíðarskeið gjøgnum altjóða felagsskapir, sum vit samstarva við, serliga OM (Operation Mobilisation). Eitt landstoymi fyri altjóða missión er við at verða bygt upp, sum kann røkja hetta økið eina tíð frameftir.

HMF
HeimaMissiónsForlagið hevur mestsum ligið í dvala í fleiri ár, burtursæð frá nøkrum bestsellarum frá Torleifi um sjólívið og Finleif Mortensen við fjallamyndum. Hetta seinna er serligt stuðulstiltak til frama fyri útbyggingina. Men ætlanin er nú at fáa eitt sindur av lívi í forlagið aftur. Fokus er á barnabøkur, sum stórur tørvur er á, og hetta skal gerast í eini lættari skipan uttan starvsfólk í føstum starvi.

Fyrisiting
Sum vant endar arbeiðsfrágreiðingin við fyrisitingini, sum óivað er tað minst spennandi, men tó neyðugt, um alt hitt skal lata seg gera. Meðan Ata Jacobsen, fíggjarleiðari, er í barnsburðarfarloyvi, hava vit gjørt avtalu við grannskoðaravirkið Spekt um at loysa tær týdningarmestu av hennara uppgávum. Á skrivstovuni er Súsanna Poulsen bókhaldsfólk, og Tóra Toftegaard skrivstovufólk, báðar í parttíðarstarvi. Umframt tað, sum liggur í starvsheitinum, kunnu uppgávur teirra eins og mínar kanska best lýsast soleiðis, at tær gera alt tað, sum eingin annar ger.

Endi
Hetta var ein lutfalsliga sera stutt rundferð í dagliga arbeiðnum, sum serliga starvsfólk og landstoymi standa fyri. Tó hava vit sera mong sjálvboðin afturat okkum, sum ikki eru nevnd við navni, og sum flestu tiltøk okkara høvdu verið ómøgulig uttan. Stóra takk fyri góða samstarvið, øll somul! Høvuðsstýri, starvsfólk, frítíðarstarvsfólk, landstoymi, onnur toymi og nevndir, umframt tey mongu sjálvbodnu, bæði til fastar tænastur og til afturvendandi ella einstakar uppgávur. Saman eru vit ein rørsla, sum Gud hevur stórar ætlanir við! Hann, sum elskaði heimin so, at hann gav sín einborna son, fyri at frelsa okkum øll, bæði okkum og næsta okkara!

Eg vil enda við orðunum í 2 Kor 4,1: "Tess vegna, við tað at vit hava fingið hesa tænastu, soleiðis sum vit hava fingið náði til, falla vit ikki í fátt." Gud signi okkum øll!

Takk fyri! 

2015
2014
2013