Komandi leygardag 9. juni verður arbeiðsdagur í Nesvík. Ætlanin er m.a. at mála alt Leguhúsið, so tørvur er á nógvari hjálp við at mála. Harafturat verður eisini nógv innandura arbeiði, so har er eisini tørvur á hjálp.
Vit byrja við morgunmati kl. 9.00 og halda á allan dagin. Tú ert vælkomin at vera við allan dagin ella part av degnum, sum tað liggur fyri hjá tær. Vit eru sera takksom fyri øll, sum vilja koma og hjálpa til at fríðka um okkara leguhús.
Deiligt um tú kanst siga okkum frá á tiltakinum á Facebook ella á tlf. 23 00 76, um tú kemur, so vit vita, hvussu nógv vit skulu gera mat til.
Myndir frá arbeiðsdegnum í fjør