Seinastu árini hava Símun J. Hansen, Randi Hansen og Margareth Djurhuus myndað leiðsluna í TeenStreet og við kønari hond leitt føroyska partin av stóra altjóða tiltakinum, sigur OM Føroyar (Operation Mobilisation) á heimasíðu síni. Nú fáa tey ein lim afturat sær. 35 ára gamli Andrias Magnussen úr Saltnesi, ið er aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, hevur síðani í summar arbeitt saman við hinum trimum, nú fyrireikingarnar til næsta ár eru farnar í gongd.
TeenStreet 2020 verður í Oldenburg frá 1. til 8. august næsta ár. Áðrenn tað verður Mini-TeenStreet 2020 í Bylgjuni í Runavík frá fríggjadegnum 21. februar til sunnudagin 23. februar.