Út ímóti 190 luttakarar og hjálparfólk vóru í Nesvík á Nýggjárslegu um vikuskifti. Bæði fyriskipararnir og luttakarar eru væl nøgdir við eina góða byrjan uppá árið.
Góða veðrið fríggjakvøldið gav leguni eina góða byrjan. Niðanfyri Leguhúsið var eitt hugnaligt bál, og flamman stóð beint upp í loft við bert einum lítlum loti av vindi.
Heilt óvæntað fyri luttakararnar, ið hugnaðu sær rundanum bálið, varð brádliga hol sett á eitt stórsligið fýrverkarí-show niðri við hylin. Eftir tað var gittari, melodika og onnur ljóðføri tikin fram til eina spontana lovsangsløtu úti í góðveðrinum.
Evnið á leguni var ‘Take the Right Bus – the Jesus Bus’, og snúði hetta seg um at taka tí røttu avgerðina og fylgja aftaná Jesusi. Pól Johannesen, Kartin Høgnesen og Símun P. Jacobsen talaðu til møtini á leguni.
Høvuðsleiðarar á nýggjársleguni vóru Kartin Høgnesen, Jóhanna Steinhól og Hans Jákup Abrahamsen. Kartin hevur roynt seg áður sum høvuðsleiðari, men fyri Hans Jákup og Jóhannu var hetta fyrstu ferð. Tey eru væl nøgd við eina góða legu, og upplivingin hjá luttakarum var ikki minni góð.
Leygardag seinnapart varð forkunnug vitjan í Nesvík. 29 ára gamli Cicero Félix úr Brasilia búði á gøtuni sum smádrongur, har hann endaði úti í rúsevnum og bandavirksemi. Cicero fortaldi sína lívssøgu um hvussu hann sum 12 ára gamal møtti trúboðarum frá YWAM, ið vístu honum kærleika. Hetta broytti hansara lív, og í dag er hann leiðari á einum kristiligum fótbóltsskúla, ið gevur 150 ungum. Meira kann lesast um Cicero her.
Síggj myndir frá nýggjársleguni
Filmur frá leguni:
Filmur frá fríggjakvøldinum á leguni:
Filmur frá leygarkvøldinum á leguni: