Týskvøldið tann 19. september var stuðulstiltak fyri útbyggingini av Leguhúsinum í Nesvík í samband við at mentanardagar eru í Sunda kommunu. Fitt av fólkið møtti upp í Nesvík hetta kvøldið, har rundvísing var av nýggja bygninginum umframt sangframførslur og okkurt gott at eta.
Høvið varð at geva eina gávu til útbyggingina, og inn komu góðar 11.000 kr.
Stuðla útbyggingini av Leguhúsinum her