Út ímóti 200 ung úr øllum landinum vóru saman á novemberlegu í Nesvík um vikuskifti. Afturvendandi ungdómslegan hevur seinastu árini verið væl umtókt og er nærum hvørja ferð á tremur við frískum ungdómi.
Á leguni vóru 145 luttakarar umframt leiðarar og hjálparfólk. Andrias Magnussen undirvísti um evnið ‘Praise in the storm’, ið snúði seg um ikki at byggja okkara lív á kenslur og lívsins svingandi løtur, men heldur á klettin, sum ber ígjøgnum øll lívsins ódnarveður – Jesus Kristus.
Høvuðsleiðararnir lata væl at og eru væl nøgdir við leguna.
- Eg eri beinleiðis imponeraður av hugburðinum hjá teimum ungu á leguni, sigur Kristian Sofus Petersen, ein av høvuðsleiðarunum. Tey ungu vóru so ótrúliga hjálpsom yvirfyri hvør øðrum og komu hvør øðrum við. Eg eri ordiliga væl nøgdur.
Afturat Kristian Sofus vóru eisini Josefina Prestá og Jógvan Simonsen høvuðsleiðarar fyri leguni.
Filmur frá novemberleguni
Myndir frá leguni kunnu síggjast her.