Kundi tú hugsa tær at verið við at mynda barna- og familjuarbeiðið í Kirkjuligu Heimamissiónini komandi árini? Vit søkja eftir nýggjum leiðara til barna- og familjuarbeiðið.
Tú kemur at ganga á odda fyri, samskipa og menna tey tilboð, tænastur, legur og tiltøk, sum Heimamissiónin bjóðar børnum og familjum. Afturat tær hevur tú onnur starvsfólk innan barna- og familjuarbeiðið, eitt landstoymi við sjálvbodnum, umframt hópin av øðrum sjálvbodnum.
Arbeiðið er skipað í SIMBA, sum er arbeiðið fyri børn og juniorar, Eindina, sum er arbeiðið fyri familjur, hjún og eldri, og talgilda sunnudagsskúlan Spírar, sum júst er vorðin partur av okkara arbeiði. Virksemið fylgir eini strategi, sum er løgd fyri komandi árini, ið tú sum leiðari hevur ábyrgd av at føra út í verk innan barna- og familjuarbeiðið. Tilsamans er arbeiðið víðfevnt, og starvið verður lagað eftir rætta persóninum.
Vit vænta av tær, at tú:
Vit bjóða tær:
Løn og setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv við møguleika at tillaga til 80% brøk, og tað verður sett so skjótt sum vit hava funnið rætta umsøkjaran. Starvsstaður verður á Føroya Barnaheimi í Havn, har skrivstovan hjá Heimamissiónini flytur í næstum. Tú tekur undir við grundarlagnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og kemur at virka í tøttum samstarvi við landsnevndina fyri barna- og familjuarbeiðið, og tú vísir beinleiðis til aðalskrivaran sum tín nærleiðara.
Umsóknarfreist
Umsókn við CV, avritum av prógvum og viðkomandi skjølum verður at senda til við telduposti til jakup(a)mission.fo.
Umsóknarfreist er 10. januar 2026.
Vilt tú vita meira?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Brúsá, aðalskrivara, á tlf. 720720 ella jakup(a)mission.fo
-----
Simba (arbeiðið fyri børn) og Eindin (arbeiðið fyri familjur) eru partur av virkseminum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla í evangelisk-luthersku Fólkakirkjuni. Umleið 33 sunnudagsskúlar og 12 juniorbólkar kring landið hava tilknýti til Simba. Meira enn 1.000 børn eru á legum hvørt ár, eins og mong hundraðtals børn og vaksin luttaka á fjøltáttaðu tiltøkunum hjá Eindini. Spírar er talgildur sunnudagsskúli, sum frá 1. Januar 2026 er vorðin partur av barnaarbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.