KIRKJULIGA HEIMAMISSIÓNIN Í FØROYUM (HM)
Heiti uttanlands: FaroeMission (FM)
Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum byggir arbeiði sítt á Bíbliuna og á fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Bíblian er Guds innblásta og heilaga orð og avgerandi myndugleiki fyri trúgv, lív og tænastu hins kristna.
Heimamissiónin starvast fyri at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi heima og úti. Virksemi hennara verður útint í samstarvi við prestarnar í Fólkakirkjuni, har hetta er gjørligt.
Hetta verður gjørt við:
1. Høvuðsstýrið er hægsti myndugleiki fyri Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroyum og virksemi hennara. Høvuðsstýrið hevur í minsta lagi 9 limir, harav 4 helst skulu vera prestar í fólkakirkjuni.
2. Høvuðsstýrið ansar eftir øllum viðurskiftunum, leiðir arbeiðið og stýrir størvum og ognum hjá Heimamissiónini við aðalskrivaranum sum dagligum leiðara.
3. Høvuðsstýrið skipar seg sjálvt fyri 3 ár ísenn við formanni, 1. næstformanni og 2. næstformanni. Fer formaðurin frá áðrenn tíðarskeiðið er úti, verður allur formansskapurin valdur av nýggjum. Fer næstformaðurin ella 2. næstformaðurin frá, áðrenn tíðarskeiðið er úti, verður annar limur valdur fyri tíðina, sum eftir er hjá formanninum. Formaðurin er vegna læruábyrgdina maður.
4. Fólk eldri enn 70 ár kunnu ikki vera limir í høvuðsstýrinum.
5. Valskeiðið fyri høvuðsstýrislim er 4 ár. Limur kann veljast aftur. Fer limur úr høvuðsstýrinum, velja teir, ið eftir eru, nýggjan lim.
6. Til at binda Heimamissiónina fíggjarliga og løgfrøðiliga krevst samtykt í høvuðsstýrinum og undirskrift frá formanni og aðalskrivara. Til keyp/sølu og veðseting av føstum ognum krevst 2/3 meiriluti í høvuðsstýrinum. Høvuðsstýrið kann harafturat geva fullmakt.
7. Høvuðsstýrisarbeiðið er ólønt.
8. Høvuðsstýrið er hægsta stýri fyri teimum missiónshúsum og meinigheitshúsum, sum hava undirskrivað viðtøkurnar fyri missiónshúsini.
9. Hin peningaligi raksturin av missiónshúsinum eigur vanliga at verða goldin av stýrinum á staðnum.
10. Høvuðsstýrið hevur fund minst 4 ferðir árliga. Fundarboð við dagsskrá, fundarstaði og -tíð verða send stýrislimunum seinast 10 dagar undan fundi. Um uppskot, ið til samtyktar krevja serligan meiriluta, koma til viðgerðar, so skal hetta verða serstakliga tilskilað i fundarboðunum. Um formaðurin ella minst 5 stýrislimir ynskja tað, kann høvuðsstýrið verða kallað saman til fundar.
Fundarfrásøgn verður førd á hvørjum fundi og send stýrislimunum.
11. Fyri at avgerðir kunna verða tiknar, má ein meiriluti av øllum limunum í høvuðsstýrinum vera fyri. Lógarbroyting og val av nýggjum limum skal samtykkjast av minst 2/3 av limunum.
12. Høvuðsstýrið skipar fyri ársmøti við frágreiðing frá arbeiðinum og framløgu av roknskapi.
13. Høvuðsstýrið setur: Starvsnevnd við formanni, næstformanni, aðalskrivara.
14. Høvuðsstýrið hevur fastar høvuðsnevndir fyri hesar arbeiðsgreinar:
Nevndirnar hava líknandi skiftisskipan sum høvuðsstýrið. Nevndirnar velja sjálvar nýggjar limir, sum skulu góðkennast av høvuðsstýrinum. Høvuðsstýrið kann um neyðugt taka aftur góðkenning av limi. Nevndirnar hava egnar viðtøkur, ið skulu góðkennast av høvuðsstýrinum.
15. Yvir stýrum fyri virki og stovnar við tilknýti til Heimamissiónina, so sum sjómansheim, skúlar ella virksemi uttanlands, hevur høvuðsstýrið ávísan avgerðarrætt, sum er greindur í hvørjum einstøkum føri í lógarskipanina fyri viðkomandi virki ella stovn.
16. Høvuðsstýrið kann harumframt seta neyðugar nevndir til ávísar uppgávur.
17. Høvuðsstýrið ger viðtøkur og reglugerðir fyri ábyrgd og virksemi hjá arbeiðsgreinunum.
1. Fyri at styrkja arbeiðið og náa endamálinum kallar og setir høvuðsstýrið fólk í tænastu við kalli og náðigávum hartil. Eingin kann setast í fast starv uttan hóskandi royndartíð.
2. Áðrenn ein verður sendur út í tænastu, skal høvuðsstýrið gjølla kunna seg um viðurskifti og ummæli hjá viðkomandi.
3. Einans eitt samt høvuðsstýri kann seta fólk í starv og flyta tey.
4. Ikki er loyvt fólki í tænastu at breiða út bókmentir, bløð, bond og annað uttan tað, sum góðkent er av høvuðsstýrinum.
5. Ikki mega tey loyva fólkum, ið standa uttan fyri evangelisk-luthersku læruna at tala ella læra Guðs orð í húsum, sum hoyra til Heimamissiónina.
6. Eftir tilráðing frá starvsfólkinum velur høvuðsstýrið ein prest í fólkakirkjuni, sum tey í tænastu skulu hava sum ráðgeva og vegleiðara.
1. Heimamissiónin rekur hesi virki: Heimamissiónsforlagið, Leguhúsið og blaðútgávu.
2. Eisini hevur Heimamissiónin rætt til at reka annað inntøkufremjandi virksemi.
3. Høvuðsstýrið velur sjálvt grannskoðara.
4. Grannskoðaður roknskapur skal leggjast fyri høvuðsstýrið til góðkenningar á hvørjum ári. Somuleiðis skal ein samandráttur av roknskapinum leggjast fram á ársmøtinum hjá Heimamissiónini og lýsast í Trúboðanum.
5. Roknskaparár er álmanakkaárið.
1. Høvuðsstýrið hevur sambandið við felagsskapir og kirkjur, heima og úti, um hendi og kann gera samstarvsavtalur.
2. Um fólk, sum ikki búgva í Føroyum, vilja nýta missiónshúsini hoyrandi til Heimamissiónina til fundir ella fyrilestrar, mega tey um umsitingina venda sær til høvuðsstýrið um loyvi til tess.
Lógarskipanin kann verða broytt til eina og hvørja tíð av sitandi høvuðsstýri, tó mugu møguligar broytingar ikki verða í stríð við grein 2 og 3. Skal grein 2, 3 ella 9 broytast, skal hetta samtykkjast á tveimum fundum við minst 1 ári ímillum, har minst 2/3 av høvuðsstýrinum atkvøður fyri.
Við møguligari avtøku av Kirkjuligu Heimamissiónini tekur høvuðsstýrið støðu til, hvat gerast skal við ognirnar.
Lógskipanin, ið varð samtykt 3. mars 1989 og sett í gildi 1. januar 1990, er seinast broytt á fundi í høvuðsstýrinum 18. september 2015.