• HEIMAMISSIÓNSUNGDÓMUR


Hvat er HMU?


HMU er ungdómsarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Kring landið eru omanfyri 10 ungdómsarbeiðir runt landið, ið hvørja viku hava ungdómsmøtir í missións- og meinigheitshúsum kring landið. Afturat hesum eru ungdómslegur, felagsungdómsmøtir, ungdómsleiðaraskeiðið og Kumpas.

Trýst her fyri at síggja tey staðbundnu arbeiðini

 

Felagsungdómsmøtir


Ungdómsmøti eru regluliga í flestu missións- og meinigheitshúsum kring landið. Tað er hugaligt hjá ungdóminum at samlast saman til størri tiltøk enn tað, sum staðbundna arbeiðið skipar fyri. LandsUngdómsNevndin (LUN) skipar fyri felagsungdómsmøtum fyri at eggja teimum lokalu arbeiðunum og fyri at leiða tey ungu til Jesus. Hesi felagsungdómsmøti hava verið í Nesvík í samband við Ungdómsleiðaraskeiðið.

 

Landsungdómsnevndin


Landsungdómsnevndin er heiti á toyminum, sum arbeiðir við øll tey størru tiltøkini hjá heimamissiónsungdómi, sum til dømis ungdómslegurnar, felagsungdómsmøtir og ungdómsleiðaraskeiðið. Nevndin er vanliga manna við fólkið, sum hava drúgvar royndir í staðbundnum ungdómsarbeiðum. Landsungdómsnevndin hevur eisini uppgávu at stuðla uppundir tey staðbundnu ungdómsarbeiðini. Fyrst í forbøn, men eisini í vegleiðing, uppmuntring, og ymsar praktiskar uppgávur.

 

Summar-ungdómslega


Á hvørjum árið skipar HMU fyri einari ungdómslegu í Nesvík, har ung millum 14-17 ár samlast til nakrar ótrúligar dagar. Á leguni eru áhugatímar, kappingar, spøl og nógvur hugni. Eisini eru vit saman um Guds orð gjøgnum møtir, bíbliutímar, vitniløtu, lovsong og samtalu/forbøn.

Legunar eru altíð væl vitjaðar og eru altíð ótrúliga góðar, andaliga gevandi og uppbyggjandi fyri luttakaran. Legan er ein góður máti at enda sína summarferiu við einum braki.

 

Novemberlega


Sum ein uppfylgjari til ungdómsleguna í august, bjóðar HMU til Novemberleguna. Eitt vikuskiftið fyri tey millum 14-17 ár, við bíbliutímum, áhugatímum, spølum, møti, lovsongi og nógvum hugna. Legan er sera væl umtøkt, og er ein gyltur møguleiki at heilsa uppá vinir ið man hevur møtt á ungdómsleguni og at læra nýggjar vinir at kenna, men framum alt lærir tú Gud, tann besta vinin, betur at kenna.

 

Nýggjárslega


Nýggjárslegan er legan fyri tey eldru ungu – 16 ár og eldri. Eingir leiðarar. Leysari karmar. Meira frælsi. Hvørt ár koma eini 100 ung úr øllum landinum saman í byrjanini av januar mánað til góða undirvísing, lovsang, undirhald og felagsskap. 

 

Síggj film

Ungdómsleiðaraskeiðið


Ungdómsleiðaraskeiðið er tað árliga skeiðið har ungdómsleiðarar í heimamissiónsungdómi fáa møguleika at koma saman til uppbygga og menna staðbundnu ungdómsarbeiðini.

Ungdómsleiðaraskeiðið er vanliga eitt vikuskiftið um heysti. Summi ár eru skeiðið eitt heilt vikuskfitið, ímeðan onnur ár kann tað vera í ein dag.

KUMPAS


KUMPAS er ein bíbliulesiætlan til ung, sum Heimamissiónsungdómur gevur út. Lesiætlanin kemur út tvær ferðir um árið. Hvønn dag verður víst til ein bíbliutekst saman við eini frágreiðing til tann tekstin. Endamálið við KUMPAS er at eggja og hjálpa ungum til at lesa úr Bíbliuni, Guðs orði, hvønn dag, so at tey skulu styrkjast í trúnni á Jesus Kristus og kenna Guðs vilja við sínum lívi.

 

 
Les meira