Sunnudagsblaðið – uppbyggjandi orð til dagin

Tey munnu vera fá, sum ikki hava havt Sunnudagsblaðið í hondini. Á flestu støðum um landið verður blaðið enn borið út, annaðhvørt av sjálvbodnum ella við postinum. Onkrastaðni verður blaðið lagt fram í kirkjuni ella missiónshúsinum, so fólk sjálv kunnu fáa sær blaðið. Harumframt liggur blaðið eisini frammi á sjúkrahúsum, ellisheimum, umborð á strandferðsluskipum og aðrastaðni.

Hetta eyðmjúka blað ger ikki stóran háva burturúr sær sjálvum, men sera mong seta stóran prís uppá at fáa tað. Tað kom út á fyrsta sinni í januar 1941 og kemur út aðruhvørja viku.

Í mong ár hevur Effie Campbell verið við til at útvega tilfar til Sunnudagsblaðið, og fleiri aðrar eldsálir gera eisini sítt til, at blaðið bæði fær tilfar, verður prentað og borið út um landið. Nakað eftir at Karl N. Hansen sáli, sum var blaðstjóri í meira enn 40 ár, hevði latið stafettina víðari, tók Jørgen F. Andreasen við sum blaðstjóri í mai 2020.

Eitt orð at hugsa um

Endamálið við Sunnudagsblaðnum er at bera fólki eitt gott orð. Ætlanin er, at fólk skulu fáa eitt orð at hugsa um. Okkurt stutt, sum tey hava tíð at lesa.

Tað er torført at gera upp, hvørja ávirkan Sunnudagsblaðið hevur havt hesi skjótt 80 árini, tað er komið út. Tí tað hevur talað og talar enn sín stilla boðskap nógvstaðni, har fólk sita, standa ella liggja fyri seg sjálv.

Seinastu árini hevur eisini borið til at lesa blaðið á netinum og leitast kann eftir bløðum aftur til 2013.

Fíggjarliga verður blaðið borið av sjálvbodnum gávum frá kirkjum, missiónshúsum og einstaklingum. Alt arbeiðið við blaðnum verður gjørt ókeypis, og gávurnar fara til at uppseting og prent av blaðnum. Harafturat eru mong, sum bera blaðið út kring landið.

👉 Vilt tú hjálpa við at bera blaðið út, har tað ikki kemur út, kanst tú seta teg í samband við okkum á tlf. 470 000.

Vilt tú geva eina gávu til Sunnudagsblaðið?

👉 So kanst tú flyta pengarnar á konto 6460-490.909.9. Tú kanst eisini stovna fasta flyting, og sostatt vera við at tryggja arbeiðið við Sunnudagsblaðnum longur fram í tíðina.