Sunnudagsblaðið – uppbyggjandi orð til dagin

Tey munnu vera fá, sum ikki hava havt Sunnudagsblaðið í hondini. Á flestu støðum um landið verður blaðið enn borið út, annaðhvørt av sjálvbodnum ella við postinum. Onkrastaðni verður blaðið lagt fram í kirkjuni ella missiónshúsinum, so fólk sjálv kunnu fáa sær blaðið. Harumframt liggur blaðið eisini frammi á sjúkrahúsum, ellisheimum, umborð á strandferðsluskipum og aðrastaðni.

Hetta eyðmjúka blað ger ikki stóran háva burturúr sær sjálvum, men sera mong seta stóran prís uppá at fáa tað. Tað kom út á fyrsta sinni í januar 1941 og kemur út aðruhvørja viku.

Prestar í Suðuroy gingu undan

Fyrimyndin fyri Sunnudagsblaðnum var danska “Søndagsbladet”, sum kom út frá síðst í 19. øld. Tá donsku missiónsprestarnir í Suðuroy Bush og Moe komu til Føroya tíðliga í 20. øld, fingu teir hetta blaðið borið út í Hvalba, Vági og nøkrum øðrum bygdum í Suðuroy.

Blaðstjórarnir fyrstu árini sótu stutt. Eftir Thulesen kom fyrst Johannes Follend, prestur, og síðani Klæmint Eliasen, trúboðari, og Ejvind Vilhelm, prestur og seinni varabiskupur.

Tá blaðið var tíggju ára gamalt, í 1951, fekk Johannes Andreas Næs ábyrgdina sum blaðstjóri, og hetta starv røkti hann heilt fram til 1978. Tá tók Karl N. Hansen yvir, og saman við konu síni Marnu legði hann blaðið til rættis heilt fram til 2019, tá hann andaðist. Sum Jónsvein Bech, prestur, tók til, tá Karl fór til gravar: “Sostatt gjørdist hetta blaðið í meira enn 40 ár plattformurin, hann brúkti saman við øðrum, sum lótu honum tilfar til blaðið, at bera gleðiboðskapin út um alt landið, og hevur tað verið til signingar og gleði fyri mong.”

Í mong ár hevur Effie Campbell verið við til at útvega tilfar til Sunnudagsblaðið, og fleiri aðrar eldsálir gera eisini sítt til, at blaðið bæði fær tilfar, verður prentað og borið út um landið. Nakað eftir at Karl hevði latið stafettina víðari, tók Jørgen F. Andreasen við sum blaðstjóri í mai 2020.

Eitt orð at hugsa um

Endamálið við Sunnudagsblaðnum er at bera fólki eitt gott orð. Sum Karl segði við Trúboðan í samrøðu stutt fyri jól í 2000:

– Ætlanin við blaðnum er, at fólk skulu fáa eitt orð at hugsa um. Okkurt stutt, sum tey hava tíð at lesa.

Tað er torført at gera upp, hvørja ávirkan Sunnudagsblaðið hevur havt hesi skjótt 80 árini, tað er komið út. Tí tað hevur talað og talar enn sín stilla boðskap nógvstaðni, har fólk sita, standa ella liggja fyri seg sjálv.

Seinastu árini hevur eisini borið til at lesa blaðið á netinum og leitast kann eftir bløðum aftur til 2013.

Fíggjarliga verður blaðið borið av sjálvbodnum gávum frá kirkjum, missiónshúsum og einstaklingum. Alt arbeiðið við blaðnum verður gjørt ókeypis, og gávurnar fara til at framleiða blaðið og partvís til at bera blaðið út við postinum.

Ynskir tú at geva eina gávu til Sunnudagsblaðið?

So kanst tú flyta pengarnar á konto 6460-490.909.9 ella 9181-498.618.2 ella trýsta her fyri at geva beinleiðis á netinum.