• SJÓMANSMISSIÓNIN


Hvat er Sjómansmissiónin


Føroyar eru eitt land, sum er óloysiliga knýtt at havinum. Stórur partur av føroyingum hevur sítt dagliga arbeiði og tilveru á havinum. Fyri at vit eisini kunnu røkka henda part av Føroya fólki við gleðiboðskapinum, varð hin Føroyska Sjómansmissiónin sett á stovn í 1918. Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina er eisini hægsti myndugleiki fyri Sjómansmissiónini.

Endamál: at røkka sjófólkið við gleðiboðskapinum og at geva andaligan stuðul. Sjómansmissiónin gevur út blaðið “Vitin”, sum kemur fýra ferðir um árið, og verður sent út saman við Trúboðanum.

Sjómanskvinnuringar


Í Føroyum eru umleið 40 sjómanskvinnuringar. Um landið koma kvinnur saman í sjómanskvinnuringar, sum bera Sjómansmissiónina uppi í forbøn og stuðli á ymiskan hátt millum annað við at geva jólapakkar til sjófólkið. Kvinnurnar koma harafturat saman eina ferð um árið til sjómanskvinnustevnu. 

Sjómanstrúboðarin


Sjómansmissiónin hevur sjómanstrúboðara í starvi síðani 1993. Hann vitjar umborð á skipum við kristiligum bløðum, sjónbondum og bókum. Eisini verða andaktir og møtir hildin umborð, tá ið høvi býðst. Umframt ein løntan sjómanstrúboðara er sett eitt landstoymi at taka sær betur av virkinum innan Sjómansmissiónina.

Grønland


Eitt toymi hevur síðani 2010 vitjað í Nuuk í Grønlandi hvørt ár, har tey hava vitnað og sungið á Sjómansheiminum, ymsastaðni í býnum og umborð á skipum.

 

 

Ísland


Sjómansmissiónin samstarvar við Hotel Ørkina í Reykjavík, og fólk úr Føroyum hava møtir á Ørkini av og á.

Bróðurringurin á havinum


Millum trúgvandi sjómenn er eisini felagið “Bróðurringurin á havinum”, sum Sjómansmissiónin samstarvar við. Bróðurringurin hevur eitt árligt tiltak, har trúgvandi sjómenn koma saman at halda møti og tosa um arbeiðið.

Sjómansmissiónin á Facebook


Fylg Sjómansmissiónini á Facebook, har myndir, filmsbrot og annað tilfar verður deilt.

Les meira

Stuðla Sjómansmissiónini

Tú kanst stuðla arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini við at flyta eina gávu á kontu:

Bank Nordik: 6460-151.120.5 
Betri Banki: 9181-497.551.2