Heimamissiónsforlagið gevur út og selur bøkur, og tað hevur harvið evangeliserandi, andligan og uppbyggjandi týdning fyri ein hóp av fólki. Vit røkka víða við nógvum góðum tilfari til mong menniskju. Heimamissiónsforlagið hevur, síðan tað varð stovnað, givið út hópin av góðum bókum, harav nógvar enn kunnu fáast til keyps.
Eisini selur forlagið góðan kristiligan lesnað á føroyskum, donskum og øðrum málum. Vitja heimasíðuna hjá forlagnum og síggj fleiri av bókunum, sum kunnu keypast higani.