• EINDIN - FAMILJUARBEIÐI


Hvat er Eindin?


Eindin er familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Grundtankin í Eindini er, at familjan er minsta eind í samfelagnum og grundarsteinur í, hvussu einstaki samfelagsborgarin trívist.

Sum kjarni í samfelagnum er hjúnalagið, og familjulívið annars, undir áhaldandi trýsti frá virðisbroytingum, og tí er neyðugt at styrkja einstøku lítlu eindina. Umframt arbeiðið millum hjún og barnafamiljur, umfatar Eindin eisini arbeiðið millum støk.

 

Familjulegur


Ígjøgnum árið skipa vit fyri ymsum legum fyri familjuna. Hetta kann vera fyri alla familjuna, familjur við tannáringum, støk, ommur og abbar við børnum, o.s.fr. Endamálið við hesum legum er at geva familjum møguleika at hugna sær saman við øðrum familjum, samstundis sum tey kunnu vaksa í trúnni saman sum familja.

 

 

  • Tiltøk fyri hjún


60+


60+ er fyri øll sum eru 60 ár og eldri. Talan er um ein dag í Nesvík, har fólk úr øllum landinum koma saman til prát, hugna, sang, góðar fyrilestrar, frásagnir og onkrar endurminningar sum helst eisini eru á skránni.