• SIMBA – ARBEIÐI FYRI BØRN OG JUNIORAR


Hvat er SIMBA?

Simba er barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Navnið merkir “leyva” á swahili, sum verður tosað í Eysturafrika, og tað vísir millum annað til bíbilsku myndina av Jesusi, sum er leyvan, sum hevur sigrað. Simba umfatar nógv tilboð til børn og juniorar og til teirra, sum virka í hesum arbeiði.

Meginparturin av arbeiðinum gongur fyri seg í Føroyum, men Simba røkkur eisini út um landoddarnar, nevniliga við at føroysk børn eru við til at stuðla SAT7-Kids, bæði fíggjarliga og við forbøn.

 

 

SIMBA legur

Simbalegurnar eru fyri børn í 2.-5 flokki. Tú kanst velja ímillum at fara á legu í Nesvík, Porkeri ella í Sørvági. Á øllum legunum eru bíbliutímar og hvønn dag ber til at velja ímillum ymiskar breytir so sum ítrottarbreyt, ítrivsbreyt og bakibreyt. Her koma børn úr øllum landinum, so til ber at fáa nógvar nýggjar vinir.

 

 

Ráðgevi

Síðan 2021 hevur Jóhan Hansen verið í starvi sum ráðgevi innan barna og familjuøkið hjá Heimamissiónini. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og uppgávan hjá honum er at stimbra og menna barna- og familjuarbeiði hjá Heimamissiónini. Hetta ber millum annað í sær at samskipa SIMBA- og familjulegurnar, sum eru ígjøgnum árið, og at menna leiðarar í staðbundnum sunnudagsskúla- og juniorarbeiði. Harafturat vitjar hann sunnudagsskúla- og juniorarbeiðir kring landið, og arbeiðir saman við SAT-7.

 

Sunnudagsskúlar og juniorbólkar

Kring landið eru omanfyri 30 sunnudagsskúlar og 10 juniorbólkar, ið eru knýttir at barna- og juniorarbeiðinum hjá Heimamissiónini. Hvørja viku eru sunnudagsskúlar og juniormøtir í missións- og meinigheitshúsum kring landið, meðan størru tiltøkini hjá Heimamissiónini eru vanliga borin av fólki úr staðbundnu arbeiðunum.

 

 

 

Barnaringar og kór

Nøkur staðbundin barnaarbeiðir kring landið skipa fyri øðrum virksemi millum børn. Hetta kann vera í sangi, leiki ella øðrum serligum endamáli sum t.d. at stuðla verkætlanum í altjóða missión. Barnakór eru eisini ein góður háttur at samla børn at syngja um tað besta – Jesus.

 

 

Leiðaramenning

Góðir leiðarar eru av allarstørsta týdningi fyri eitt gott sunnudagsskúla- og juniorarbeiði. Tí leggja vit stóran dent á at menna leiðarar í staðbundnu arbeiðunum. Annaðhvørt ár skipa vit fyri ráðstevnu fyri sunnudagsskúla- og juniorleiðarar. Fleiri hundrað sunnudagsskúlalærarar kring landið brúka eisini ein Facebook bólk sum platform fyri at sparra um arbeiðið.

 

SAT-7 Kids

SAT-7 Kids er kristin sjónvarpsrás, ið deilir Guds kærleika við børn í Miðeystri og Norðurafrika. Hon er einasta kristna sjónvarpsrásin fyri børn í hesum økinum, og hon røkkur til fleiri milliónir børn í muslimska heiminum við gleðiboðskapinum um Jesus. Børn úr sunnudagsskúlum kring Føroyar samla pengar inn til at stuðla arbeiðinum hjá SAT-7 Kids.

Møguleiki er eisini at stuðla SAT-7 Kids við at flyta eina peningagávu á konto 6460-182.900.0 og viðmerkja 'SAT-7 Kids'.

 

Juniorlegan

Juniorlegan er fyri børn úr 5.-7. flokki. Legan er einaferð um árið í Leguhúsinum í Nesvík og varar í eitt samdøgur. Her koma børn úr øllum landinum saman til stuttleika og bíbliuundirvísing.

 

Sangfagnaður

Sangfagnaður er fyri børn frá 2.-7. flokk. Tað er eitt brak av einum vikuskifti í Nesvík, fylt við sangi, tónleiki, rørslum og góðar ljóð- og ljóstøkni. Tiltakið endar við eini konsert, har børnini framføra.