• ALTJÓÐA MISSIÓN


Hvat vilja vit?


Kirkjuliga Heimamissión er virkin í altjóða missión. Jesus segði "farið út og geri øll fólkasløgini til mínar lærusveinar." Við hesum kalli ynskja vit at senda so nógvar føroyingar út í altjóða missión sum til ber. Hetta verður gjørt í samstarvi við aðrar missiónsfelagsskapir í Norðurlondum. 

Í praksis satsa vit uppá tvey økir – siðbundin missión og tjaldmakaramissión, bæði yvir styttri og longri tíðarskeið. Hetta verður gjørt út frá tankanum, at vit eru Jesu Kristi lærusveinar, har vit eru.

Trúboðarar í útlandinum


Fleiri føroyingar, ið hava tilknýti til Heimamissiónina, eru virknir í kristiligum arbeiði í útlandinum. Summi eru farin út við fulltíðar tænastu fyri eyga, meðan onnur eru trúboðarar ígjøgnum sítt dagliga arbeiði, relatiónir og kirkjuligt arbeiði.

Siðbundin missión

Siðbundin missión merkir at fara út í missión longri tíð. Hetta inniber høvuðssakliga at arbeiða saman við kristnum, har ein fer, við at styrkja og førleikamenna um tey nýnáddu innan kirkjuliðið.

Vit senda føroyingar út at virka í siðbundnari missión sum prestar, trúboðarar, lærarar á presta- og bíbliuskúla, til evangeliserandi uppgávur, diakonalar uppgávur, umsitingarligar uppgávur, heilsuuppgávur o.s.fr.

Fyri at røkka málum okkara samstarva vit við Operation Mobilization, Promissio,
Evangelisk Luthersk Mission, Mission Afrika og Luthersk Mission.

Tjaldmakaramissión

Tankin um tjaldmakaramissión kemur frá ápostlinum Paulus, ið starvaðist sum tjaldmakari samstundis sum hann ferðaðist um og boðaði gleðiboðskapin á sínum arbeiðsplássi. At vera tjaldmakari merkir tí at vera ein lærusveinur, sum livir og boðar sína trúgv, har ein arbeiðir.

Vit senda føroyingar út at virka sum vinnulívsfólk, fakfólk, lesandi og í ymsum arbeiði, alt eftir útbúgving og royndum.

Stuttíðar missión

Í fleiri ár hava missiónsfólk kring landið luttikið í stutttíðar missión ymsastaðni kring heimin. Hetta hevur verið ígjøgnum toymisferðir, umborð á Logos Hope, á legum, virka saman við trúboðarum og mangt annað – alt frá 2 vikum upp í 1 ár. Ein av høvuðssamstarvsfeløgunum hjá Heimamissiónini er Operation Mobilization, ið virkar í 110 londum kring heimin.

Við stutttíðar missión fær ein møguleika at royna seg í tænastu í eitt avmarkað tíðarskeið. Endamálið er at fáa innlit og eggjan til at virka víðari fyri at gleðiboðskapurin kemur út til tey ónáddu fólkasløgini.