Hvat vilja vit?
Kirkjuliga Heimamissión er virkin í altjóða missión. Jesus segði "farið út og geri øll fólkasløgini til mínar lærusveinar." Við hesum kalli ynskja vit at senda so nógvar føroyingar út í altjóða missión sum til ber. Hetta verður gjørt í samstarvi við aðrar missiónsfelagsskapir í Norðurlondum.
Í praksis satsa vit uppá tvey økir – siðbundin missión og tjaldmakaramissión, bæði yvir styttri og longri tíðarskeið. Hetta verður gjørt út frá tankanum, at vit eru Jesu Kristi lærusveinar, har vit eru.