Mannakorn
Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa.
Matt. 5, 7
Vitnisburður
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á húsunum.
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira

Andakt
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir. Les meira

Nýggjastu tíðindi á trubodin.fo
Nýggju fyristøðufólkini á Ørkini byrjað
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík Les meira

Keyp frá Forlagnum

Takk at også jeg fikk være med

Myndasavn

Myndir





Arbeiðið í DK


Í Danmark hevur tað í mong ár verið kristiligt arbeiði millum føroyingar. Serliga hevur sjálvstøðuga arbeiðið í Eliaskirkjuni, mannað við ungfólki úr Heimamissiónini, Kirkjuliga Missiónsfelagnum og Karismatisku Rørsluni, gjort eitt megnar arbeiði fyri at varðveita og menna ung trúgvandi, sum eru farin niður at lesa.
 
Seinastu árini hava føroyingar leita sær víðari til aðrar býir at fáa sær lærdóm. Her eru so nakrir føroyingar eisini byrjaðir at samlast til Guds Orð.
Tað eru nógvir føroyingar sum eru búsitandi í Jútlandi, og hesir eru so eisini byrjaðir við hesum virksemi.
 
Býirnir, har møtir eru, eru: Esbjerg, Randers, Hirtshals, Århus og Keypmannahavn.
Sum eina fylgju av stóru fráflytingini úr Føroyum undir kreppuárunum frá 1989-94, setti Heimamissiónin eina landsnevnd fyri føroyingar í Danmark, sum hevði til uppgávu at stuðla føroyingum at søkja inn í verandi donsk fólkakirkjulig samfeløg, baði til varðveitslu og ein gerning í Guds ríkis arbeiði eisini í Danmark.
 
Sum tað seinasta var í 1999 settur ein føroyskur trúboðari av Indre Mission í Danmark, hvørs fremsta uppgáva eisini er at stuðla føroyingum at koma saman um Guds orð annaðhvørt í donskum samfeløgum ella møguliga í føroyskum bíbliubólkum o.s.fr..
 
Landsnevndin skipar eisini fyri, at tað kemur út tvar ferðir um árið eitt blað, nevnt Útisetin, sum lagt verður inn í blaðið, Trúboðan. Í Útisetanum verður greitt frá viðkomandi kristiligum viðurskiftum millum føroyingar í Danmark.
 
Arbeiðið í Eliaskirkjuni hevur heimasíðuna: www.eliaskirkjan.dk
 
Heimasíðan hjá greinini: www.utisetin.dk

 

6. Septembur 2010 Útskriva Sitemap
Leita á mission.fo

Tiltøk

Okkara lega í Nesvík
10. - 12. Sep

Starvsfólkaskeið í Nesvík
20. - 23. Sep

Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík
24. - 25. Sep

Talvudagur sunnudagsskúlans
26. Sep

Sangskeið í Nesvík
8. - 12. Okt

Vís alla skránna

Nýggjasta talan
Bergur D. Joensen
Aðrar talur