Mannakorn
Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa.
Matt. 5, 7
Heilsanir til Ársmøtið 2009 Útitrúboðarar Útimissiónstilfar
Vitnisburður
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á húsunum.
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira

Andakt
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir. Les meira

Nýggjastu tíðindi á trubodin.fo
Nýggju fyristøðufólkini á Ørkini byrjað
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík Les meira

Keyp frá Forlagnum

Leve mens vi lever

Myndasavn

Myndir





Útimissión


Vit kunna fegnast um, at tað tykist vera eitt slag av ytrimissiónsveking millum HM-vinirnar. Í mong ár vóru bara fáir føroyingar úti sum ytrimissiónerar, men hesi seinastu árini eru alt fleiri farin út og nokur eru ávegis.

Vit hava í dag nakrar persónar úti, ella sum eru á veg út, og sum hava havt sína dagligu gongd í Heimamissiónini. Av tí at tey eru farin út gjøgnum ymisk útlendsk missiónsfeløg, og harvið ikki havt tøtt ábyrgdarviðurskifti við baklandið heima, hava mong saknað eitt tættari samband millum trúboðararnar, sum eru úti og so meinigheitina heima.

Tað hevur sera stóran andaligan týdning bæði fyri ÚM-trúboðararnar og heimaarbeiðið, at vit kunnu standa saman um at røkka øðrum fólkasløgum við gleðiboðskapinum. Hetta er júst tað, sum Harrin Jesus legði øllum sínum lærusveinum á sinnið. Vit í Føroyum eru ikki undantikin missiónsboðunum. Tí hevur tað eisini stóran andaligan týdning fyri okkum her heima í Føroyum, at vera beinleiðis við í ytrimissión við at kalla, senda, fara út og bera bæði andaliga og fíggjarliga.

Høvuðsstýrið heldur tað vera rætt at taka útimissión sum sjálvsagdan part av øllum heimamissiónsarbeiðinum. Hetta varð samtykt á HS-fundi í Nesvík 17. november 1997. Høvuðsstýrið fyri Heimamissiónina samtykti síðan á fundi í apríl 2000 at seta sín fyrsta útimissións-trúboðara í starv.

Vit kunnu sostatt fegnast um, at gongd er komin í útimissiónsarbeiðið í HM. Ein góð byrjan hevur stóran týdning og kann virka eggjandi til at gera enn meira á hesum øki. ÚM-sakin og slagkraftin í ÚM-arbeiðinum kemur at eydnast og mennast í tann mun, Gud vil, og staðbundnu samfeløgini taka undir, stuðla og taka ábyrgd fyri útimissión og trúboðarum okkara. Ynski og bøn okkara til Guds er, at so skal vera.

 

 

6. Septembur 2010 Útskriva Sitemap
Leita á mission.fo

Tiltøk

Okkara lega í Nesvík
10. - 12. Sep

Starvsfólkaskeið í Nesvík
20. - 23. Sep

Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík
24. - 25. Sep

Talvudagur sunnudagsskúlans
26. Sep

Sangskeið í Nesvík
8. - 12. Okt

Vís alla skránna

Nýggjasta talan
Bergur D. Joensen
Aðrar talur