|
| Vitnisburður |
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira |
| Andakt |
|
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.
Les meira |
| Nýggjastu tíðindi á trubodin.fo |
| Nýggju fyristøðufólkini á Ørkini byrjað |
|
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík
Les meira |
| Keyp frá Forlagnum |
|
| Myndasavn |

|
|
|
Sjómansmissiónin
|
|
Sum kunnugt er Føroyar eitt land, sum er óloysiliga knýtt at havinum. Stórur partur av føroyingum hava sítt dagliga arbeiði og tilveru á havinum. Fyri at vit eisini kunnu rokka hesum parti av Føroya fólki við gleðiboðskapinum, varð í 1918 hin Føroyska Sjómansmissiónin sett á stovn.
Høvuðsstýrið fyri Heimamissiónina er eisini hagsti myndugleiki fyri Sjómansmissiónini. Umframt ein løntan sjómanstrúboðara, hevur HS sett eina arbeiðsnevnd at taka sar betur av virkinum innan Sjómansmissiónina. Endamálið við arbeiðinum er at røkka sjófólkinum við gleðiboðskapinum og at geva andaligan stuðul. Vitjað verður umborð á skipini við kristiligum bloðum, sjónbondum og bókum. Eisini verður andakt hildin umborð, tá høvi býðst.
Runt landið koma kvinnur saman í sjómanskvinnuringar, sum bera Sjómansmissiónina uppi í forbøn og stuðli á ymiskan hátt. Kvinnurnar koma harafturat saman eina ferð um árið til sjómanskvinnustevnu.
Millum trúgvandi sjómenn er eisini felagið, Bróðirringurin á Havinum. Eisini Bróðirringurin hevur eitt árligt tiltak, har trúgvandi sjómenn koma saman at halda møti og tosa um arbeiðið.
Knýtt at Sjómansmissiónini er 1 trúboðari, 3 sjómansheim, tvey í Føroyum og eitt í Íslandi.
Torleif Johannesen FO-655 Nes tel +298 449024 fax +298 449034 t-postur: tj@mission.fo |
|
|
|
6. Septembur 2010  |
| Tiltøk |
|
Okkara lega í Nesvík
10. - 12. Sep
Starvsfólkaskeið í Nesvík
20. - 23. Sep
Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík
24. - 25. Sep
Talvudagur sunnudagsskúlans
26. Sep
Sangskeið í Nesvík
8. - 12. Okt
|
Vís alla skránna
Aðrar talur
|