|
| Vitnisburður |
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira |
| Andakt |
|
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.
Les meira |
| Nýggjastu tíðindi á trubodin.fo |
| Nýggju fyristøðufólkini á Ørkini byrjað |
|
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík
Les meira |
| Keyp frá Forlagnum |
|
| Myndasavn |

|
|
Í 1994 setti Heimamissiónin eina landsfamiljunevnd til at menna arbeiðið til gagns fyri familjur. Endamálið er at geva familjum høvi til andaligan trivnað og hjálp bæði í hjúnarlagnum millum mann og konu, eins væl í viðurskiftunum millum foreldur og børn.
Fyri at styrkja um familjulívið andaliga og sosialt, skipar landsfamiljunevndin fyri einstøkum familjulegum á hvørjum ári. Mong, sum vanliga ikki koma í kirkju ella á møti, taka lut á familjulegunum, sum yvirhøvur eru væl dámdar.
Knýtt at landsfamiljunevndini, er ein nevnd, sum skipar fyri legum fyri brekað. Hesar legur hava heitið "Okkara Legur." "Okkara legur" eru legur eru eisini eitt virðismikið tiltak fyri einum parti av Føroya fólki. "Okkara Legur" eru í Nesvík, vanliga tvey tey seinastu vikuskiftini í september.
Í nevndini sita í løtuni: (2010)
Sóley í Selvindi, Miðvágur
Debes Andrew Christiansen, Hvannasund
Jógvan Højgaard, Tvøroyri (virkandi formaður)
|
|
6. Septembur 2010  |
| Tiltøk |
|
Okkara lega í Nesvík
10. - 12. Sep
Starvsfólkaskeið í Nesvík
20. - 23. Sep
Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík
24. - 25. Sep
Talvudagur sunnudagsskúlans
26. Sep
Sangskeið í Nesvík
8. - 12. Okt
|
Vís alla skránna
Aðrar talur
|