|

|
Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum, FaroeMission FO-437 Nesvík. Faroe Islands. Tlf. (+298) 470000 Fax (+298) 470001 Heimasíða: www.mission.fo e-mail: hm@mission.fo Postgiro: 57770. Bankakonto: 9181 - 497.550.4 |
Søgan
Heimamissiónin er ein fólkakirkjulig rørsla, sum byrjaði sítt virki um aldarskiftið 1800-1900, sum fylgja av teimum vekingum, sum vóru í grannalondunum í 1800-talinum.
Í 1904 kom fyrsti trúboðari frá donsku Indre Mission til Føroya. Í 1921 varð samfelagsráð sett á stovn fyri Heimamissiónina í Føroyum. Samfelagsráðið hevði ikki nakran myndugleika yvir trúboðarum ella heimamissiónssamfeløgum, men heldur eina ráðgevandi uppgávu, sum bindilið millum missiónsarbeiðið í Føroyum og Høvuðsstýrið fyri Indre Mission í Danmark.
Í 1990 gjørdist Heimamissiónin sjálvstøðug. Tað er tó framhaldandi eitt gott samstarv millum donsku og føroysku heimamissiónina. Hægsti myndugleiki fyri Heimamissiónini er Høvuðsstýrið. Heimamissiónin hevur í dag serliga trý høvuðsøki. Tað er heimamissión, sjómansmissión og útimissión. Harafturat er eisini eitt ávíst diakonalt hjálpiarbeiði.
Grundarlagið undir Heimamissiónini er tað sama, sum kirkjan hevur. Virksemið hennara byggir á Guds orð og á ta evangelisk-luthersku læruna. Heimamissiónin hevur sum sítt fremsta endamál og uppgávu at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.
Arbeiði hennara verður útint í samstarvi við prestarnar í fólkakirkjuni, har tað er gjørligt. Til tess at røkka endamálinum verða hildin almenn missións- og bønarmøti, bíbliutímar, missiónsvikur og onnur kristilig tiltøk.
Starvsfólk
Fyri at styrkja arbeiðið í Heimamissiónini, kallar og setir Høvuðsstýrið fólk í tænastu, sum hava kall og náðigávur frá Gudi hartil. Í dag eru yvir 20 lønt starvsfólk. Eisini eru nøkur frítíðarstarvsfólk.
Lønt starvsfólk eru: Aðalskrivari, missiónsskrivari, trúboðarar, sjómanstrúboðari, starvsfólk í útimissión, ungdómsráðgevi, barnaráðgevi, blaðfólk á blaðnum Trúboðanum, layoutfólk, forlagsleiðari, fíggjarleiðari, skrivstovufólk, fyristøðufólk fyri Leguhúsið og hjálpartrúboðarar.
Trúboðarar og onnur starvsfólk eru virkin til tænastu í øllum landinum. Roynt verður at koma út til øki og bygdir, har andaliga arbeiðið stendur veikt, ella har einki arbeiði er. Vitjað verður umborð á skip og bátar við andaligum lesnaði o.ø. tilfari. Eisini verður arbeitt við at røkka øðrum fólkasløgum við gleðiboðskapinum.
Heimamissiónssamfeløgini
|
Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum er sum kunnugt ikki bara eitt landsarbeiði við høvuðsstýri, umsiting og starvsfólki, men er sett saman av mongum staðbundnum samfeløgum runt landið. Grundarlagið undir Heimamissiónini eru júst staðbundnu samfeløgini. Tað verður við stórum trúskapi gjørdur ein megnar gerningur millum børn, ung og vaksin runt í landi okkara. Størsti parturin av hesum verður gjørdur av sjálvbodnum fólki. Uttan hendan sjálvbodna gerning, og uttan at stórur trúskapur varð lagdur í tænastuna, ja, so var als einki heimamissiónsarbeiði í Føroyum yvirhøvur. |

|
Stýrið fyri samfelagið er hægsti myndugleiki á staðnum. Umframt stýrið eru aloftast eisini ungdómsnevnd, sunnudagsskúlanevnd, kór og ymiskir bólkar, sum taka sær av tí ymiska í samfelagsarbeiðinum.
Tað er oftast í samfeløgunum, at tað veruliga vekingararbeiðið fer fram. Í og út frá HM-samfeløgunum gera HM-vinirnir, saman við løntum starvsfólki í HM, ein lívsneyðugan gerning: at kalla, vekja, uppbyggja og at varðveita menniskju í trúnni á Jesus Kristus. Hóast vit vita, at tað er Gud einsamallur, sum gevur andaligan vøkst, so eiga vit bæði í landsarbeiðinum og í staðbundna arbeiðinum at gera tað, vit kunnu, til tess at vekja til lívs og menna tað, sum grør. Bøn okkara er, at Gud gevur okkum náði og ger okkum ágrýtin hartil.
Stuðlar
Alt arbeiðið í Heimamissiónini verður borið uppi í forbøn og við fíggjarligum stuðli og sjálvbodnum gávum. Gevaratænastan hevur tí avgerandi týdning, um vit vilja hava eitt virkið missiónsarbeiði - lokalt, í landsarbeiðinum og millum onnur fólkasløg.
Gávurnar kunnu býtast upp í 5 høvuðspartar.
1) Fastir gevarar. Geva fast til arbeiðið hvønn mánað.
2) Gávuinnsavnan, t.d. ársgáva, heystgáva og jólagáva.
3) Aðrar inntøkur, t.d. lutaseðlasøla, arvur, størri einstakar gávur o.a.
4) Innsavnan í kirkjum og missiónshúsum.
5) Inntøkur av fyritøkum hjá HM, t.d. Heimamissiónsforlagið, Trúboðin og sjómansheimini.
Arbeiðsgreinar í Heimamissiónini
Barnaarbeiði
At geva børnunum góða upplæring í Guds orði hevur alstóran týdning. Tað er jú tað komandi ættarliðið, sum skal føra arvin víðari, og hvørt nýtt ættarlið má taka sína egnu støðu til Harran. Tí er eisini ein barnaráðgevi settur burturav at menna barnaarbeiðið. Eisini er ein landsnevnd, sum stílar fyri og tekur sær av ymiskum landstiltøkum innan barnaarbeiðið.
Størsta tiltak í barnaarbeiðinum eru summarlegurnar á hvørjum ári. Hvørt ár eru yvir 1000 børn frá 2. til 7. flokk úr øllum landinum á hesum legum. Tað eru um 60 sunnudagsskúlar kring landið og í Danmark. Tað verður gjørt eitt virkið og umfatandi arbeiði av mongum sjálvbodnum fólki í sunnudagsskúlunum kring landið.
Juniorarbeiði, barnakór og barnaringar
Tað er eisini barnaráðgevin, sum tekur sær av hesum í landsarbeiðinum. Í landinum eru um 20 virkin juniorarbeiði og barnakór umframt nakrar barnaringar.
Juniorarbeiðið er týdningamikið fyri at varðveita og føra tey eldru børnini til persónliga trúgv á Jesus Kristus, so tey ikki detta burtur ímillum sunnudagsskúlan og ungdómsarbeiðið. Vanligi aldurin innan juniorarbeiðið er millum 10 og 14 ár.
Barnakórini eru somuleiðis til stórt gagn og gleði í andaliga arbeiðinum runt landið. Nøkur av barnakórunum eru gentukór. Sungið verður í sunnudagsskúlanum, til gudstænastur og á møtum.
Barnaringarnir hava oftast tilknýti til útimissión. Arbeitt verður bæði á tí handaliga og andaliga økinum. Her er aldurin meira spjaddur, frá heilt smáum til stór børn.
Ungdómsarbeiði
Í ungdómsarbeiðinum er ein ungdómsráðgevi og til tíðir ein hjálpartrúboðari í løntum starvi. Saman við ungdómsnevndunum runt landið gera hesir eitt virkið arbeiði fyri at seta á stovn, byggja upp og menna ungdómsarbeiðið á bygd, har tað er gjørligt.
Ungdómsarbeiðið hevur stóran týdning fyri menningina í Heimamissiónini og í kirkjuni. Tað er sum kunnugt millum tey ungu, at meginparturin av teimum, sum eru virkin kristin, taka støðu fyri Jesusi. Tað er eisini av stórum týdningi, at okkara ungu sýna trúskap móti Bíbliuni sum Guds orði. Uttan hendan trúskap, verður trúgvin bygd á skeivt grundarlag. Tað er ikki líkamikið, hvat vit trúgva á. Guds orð er eitt ljós á gøtu okkara, og ein lykt fyri fótum okkara.
Størsta tiltakið í ungdómsarbeiðinum er ein landsungdómsstevna annað hvørt ár. Annars skipar landsungdómsnevndin fyri fleiri ungdómslegum og øðrum ungdómstiltøkum á hvørjum ári. Tað eru um 20 ungdómsarbeiði kring landið.
Familjuarbeiði og "Okkara legur"
Síðani 1994 hevur ein landsfamiljunevnd tikið sær av at menna arbeiðið til gagns fyri familjur. Endamálið er at geva familjum høvi til andaligan trivnað og hjálp bæði í hjúnarlagnum millum mann og konu, eins væl í viðurskiftunum millum foreldur og børn.
Fyri at styrkja um familjulívið andaliga og sosialt, skipar landsfamiljunevndin fyri familjulegum á hvørjum ári. Mong, sum vanliga ikki koma í kirkju ella á møti, taka lut á familjulegunum, sum eru væl dámdar.
Knýtt at landsfamiljunevndini, er ein nevnd, sum skipar fyri legum fyri brekað og familjum teirra. Hesar legur hava heitið "Okkara legur." Okkara legur eru eisini eitt virðismikið tiltak fyri einum parti av Føroya fólki. "Okkara legur" eru í Nesvík vanliga tvey vikuskifti í september.
Sang og tónleikaraarbeiði
| Sangur er oftast tekin um gleði. Gleðin at syngja lívgevandi kristnar sangir ger, at tað eru bæði einstaklingar, bólkar og kór kring landið, sum syngja til gleði bæði fyri seg sjálvi og tey, sum lýða á. |
|
Kórarbeiðið í Heimamissiónini hevur eina góða ávirkan sum eitt vekjandi og varðveitandi amboð av stórum týdningi fyri andaliga lívið innan Heimamissiónina. Sang og tónleikanevndin skipar á hvørjum ári fyri sangskeiði. Umframt hetta verður av og á skipað fyri serstøkum tiltøkum og skeiðum, sangi og tónleiki at frama.
Arbeiði millum føroyingar í Danmark
Í Danmark hevur tað í mong ár verið kristiligt arbeiði millum føroyingar. Serliga hevur sjálvstøðuga arbeiðið í Eliaskirkjuni, mannað við ungfólki úr Heimamissiónini, Kirkjuliga Missiónsfelagnum og Karismatisku Rørsluni, gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita og menna ung trúgvandi, sum eru farin niður at lesa.
Sum eina fylgju av stóru fráflytingini úr Føroyum undir kreppuárunum frá 1989-94, setti Heimamissiónin eina landsnevnd fyri føroyingar í Danmark, sum hevði til uppgávu at stuðla føroyingum at søkja inn í verandi donsk fólkakirkjulig samfeløg, bæði til varðveitslu og ein gerning í Guds ríkis arbeiði eisini í Danmark.
Í 1999 varð settur ein føroyskur trúboðari av Indre Mission í Danmark, hvørs uppgáva eisini er at stuðla føroyingum at koma saman um Guds orð annaðhvørt í donskum samfeløgum ella møguliga í føroyskum bíbliubólkum o.s.fr..
Landsnevndin skipar eisini fyri, at tað tvær ferðir um árið kemur út blaðið Útisetin, sum lagt verður inn í Trúboðan. Í Útisetanum verður greitt frá viðkomandi kristiligum viðurskiftum millum føroyingar í Danmark. Tað eru eisini nakrir føroyskir sunnudagsskúlar í Danmark.
Sjómansmissión
| Sum kunnugt er Føroyar eitt land, sum er óloysiliga knýtt at havinum. Stórur partur av føroyingum hava sítt dagliga arbeiði og tilveru á havinum. Fyri at vit eisini kunnu røkka hesum parti av Føroya fólki við gleðiboðskapinum, varð í 1918 hin Føroyska Sjómansmissiónin sett á stovn. |
 |
Høvuðsstýrið fyri Heimamissiónina er eisini hægsti myndugleiki fyri Sjómansmissiónini. Umframt ein løntan sjómanstrúboðara, hevur HS sett eina arbeiðsnevnd at taka sær betur av virkinum innan Sjómansmissiónina. Endamálið við arbeiðinum er at røkka sjófólkinum við gleðiboðskapinum og at geva andaligan stuðul. Vitjað verður umborð á skipini við kristiligum bløðum, sjónbondum og bókum. Eisini verður andakt hildin umborð, tá ið høvi býðst.
Runt landið koma kvinnur saman í sjómanskvinnuringar, sum bera Sjómansmissiónina uppi í forbøn og stuðli á ymiskan hátt. Kvinnurnar koma harafturat saman eina ferð um árið til sjómanskvinnustevnu. Millum trúgvandi sjómenn er eisini felagið, Bróðirringurin á Havinum. Eisini Bróðirringurin hevur eitt árligt tiltak, har trúgvandi sjómenn koma saman at halda møti og tosa um arbeiðið.
Knýtt at Sjómansmissiónini eru 2 sjómansheim í Føroyum og Íslandi.
Útimissón
Tað hevur sera stóran andaligan týdning bæði fyri útimissiónstrúboðararnar og heimaarbeiðið, at vit kunnu standa saman um at røkka øðrum fólkasløgum við gleðiboðskapinum. Hetta er júst tað, sum Harrin Jesus legði øllum sínum lærusveinum á sinni. Vit í Føroyum eru ikki undantikin missiónsboðunum. Tí hevur tað eisini stóran andaligan týdning fyri okkum her heima í Føroyum, at vera beinleiðis við í útimissión við at kalla, senda, fara út og bera bæði andaliga og fíggjarliga.
Høvuðsstýrið hevur hildið tað verið rætt at taka útimissión sum sjálvsagdan og natúrligan part av øllum heimamissiónsarbeiðinum. Hetta varð samtykt á høvuðsstýrisfundi í Nesvík 17. november 1997. Høvuðsstýrið fyri Heimamissiónina samtykti síðan á fundi í apríl 2000 at seta sín fyrsta útimissiónstrúboðara í starv. Tað er ein kvinna úr Havnini, sum virkar sum sjúkrasystir (tjaldmakari) í Vesturafrika. Hon er send út við samfeløgunum í Havn, í Porkeri og á Glyvrum sum andaligum, sosialum og fíggjarligum baklandi. Í 2002 vóru so hjúnini Jórun og Nurlan Malaikev kallað og send út at arbeiða millum gøtubørn í høvuðsstaðnum Kiev í Ukreina.
Vit kunnu sostatt fegnast um, at gongd sær út til at vera komin í útimissiónsarbeiðið í Heimamissiónini. Ein góð byrjan hevur stóran týdning og kann virka eggjandi til at gera enn meira á hesum øki. Útimissiónssakin og slagkraftin í útimissiónsarbeiðinum kemur at eydnast og mennast í tann mun, Gud vil, og staðbundnu samfeløgini taka undir, stuðla og taka ábyrgd fyri útimissión og trúboðarum okkara. Ynski og bøn okkara til Guds er, at so skal vera.
Fyritøkur og stovnar
Afturat missiónsarbeiðinum í greinunum hjá Heimamissiónini eru eisini nakrar fyritøkur og stovnar, sum røkja hvør sítt missiónsarbeiði og hjálpararbeiði á ymiskum økjum.
Leguhúsið í Nesvík
Er okkara stóra samkomustað fyri alt landið. Tað liggur í náttúruvøkrum umhvørvi norðanfyri Brúnna við Streymin. Húsið er so at siga í brúki alt árið. Í summarfrítíðini er húsið í brúki hvønn einasta dag við barnalegum, ungdómslegum og familjulegum.
Gerandisdagar fyrrapartar í vikuni er tó gott pláss enn. Her eru møguleikar fyri mongum ymiskum tiltøkum sum til dømis eldralegum, barnagørðum, stovnum, og skúlum eins væl og skeiðtiltøkum av ymiskum slag.
Hotell/Sjómansheim
Sjómansmissiónin rekur tvey sjómansheim, Runavíkar og Reykjavíkar Sjómansheim. Heimini eru bygd við tí endamáli at geva sjófólkinum heimligar og kristiligar karmar at húsast í, tá teir eru í havn. Vit mugu tó sanna, at tíðin, har sjómenn brúktu heimini, er um at vera farin, og at tað heldur rekur ímóti tí sannroynd, at tey verða brúkt sum rættilig hotel. Broyttar tíðir seta broytt krøv til heimini. Hetta hevur havt við sær, at tað eru gjørdar umfatandi umbyggingar og nútíðmansgerð av Runavíkar Sjómansheimi. Vit hava fingið gott, nýtíðmans og snotuligt heim, sum vit við frímóði vilja bjóða fram bæði til okkara siglandi fólk og øll onnur.
Tað er okkum eisini ein gleði at bjóða øllum føroyingum, sum fara til Íslands, at gista á sjómansheimið Ørkin í Reykjavík. Hildnar vera andaktir og møtir av og á.
Heimamissiónsforlagið, HMF
Forlagsarbeiðið hevur ein stóran evangeliserandi og andaligan og ikki minst uppbyggjandi týdning fyri ein hóp av fólki. Vit koma langt út við nógvum góðum tilfari til mong menniskju. Árliga verða nakrar føroyskar útgávur gjørdar. Eisini selur forlagið góðan kristiligan lesnað og annað tilfar frá eitt nú Lohse-, Credo-, Luther- og Lunde forløgnum, umframt øðrum.
Trúboðin er málgagnið hjá Heimamissiónini, kemur út við 16 - 24 síðum 14. hvønn dag.
Trúboðin hevur eisini nøkur eykabløð. 4 ferðir árliga liggur Vitin í, 4 ferðir barnablaðið Kornelius, 2 ferðir Útisetin, 2 ferðir Shalom-blaðið og 2 ferðir blaðið Útimissión. Skrivað verður um Heimamissiónsarbeiðið, um kristiligt arbeiði heima og úti, har eru samrøður, ungdómssíður; sagt verður frá kristiligum tíðindum og umrøðum av okkara trúboðarum, kunning um heimsmissión umframt andaktir og greinar við kallandi og uppbyggiligum tilfari.
Sunnudagsblaðið er blaðið hjá Heimamissiónini, sum kemur longst út - í mest sum hvørt hús í landinum. Blaðið er serliga ætlað sum eitt evangeliserandi blað.