|
| Vitnisburður |
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira |
| Andakt |
|
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.
Les meira |
| Nýggjastu tíðindi á trubodin.fo |
| Nýggju fyristøðufólkini á Ørkini byrjað |
|
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík
Les meira |
| Keyp frá Forlagnum |
|
| Myndasavn |

|
|
Shalom øll har heima! :) |
|
| Lagt út hevur : mission , tann 22/7-2010 |
|
 | | Nøkur av teimum sudanesisku børninum. |
Vegna teldutrupulleikar er henda heilsanin nústani løgd út. Heilsanin er send 15. juli.
Endiliga ein heilsan fra okkum 10 her niðri í heita Ísrael.
Vit hava havt so nógv at gera og so nógv á skránni, at tað hevur verið trupult at funnið tið til at seta seg niður at skriva eina heilsan og finna nakrar myndir, men nú komu vit endiliga so langt.
Vit hava nu verið her í 2 vikur, og tað hevur gingið sera skjott, og kunnu vit eisini siga, at tað hevur gingið sera væl. Vit hava havt nógvar møguleikar at fotelja drusum her niðri um Jesus og Gud og um okkara trúgv, og vit hava veruliga merkt, at hurðar eru opnaðar fyri okkum av arbeiðinum undanfarin ár, so tað er gleðiligt.
Serliga er tað ein familja, kona, maður og 3 børn, sum vit eru komin rættiliga væl inn á, og sum sýnast at vera søkjandi, og tað sær lovandi út við teimum.
Okkara arbeiði her niðri hevur verið at hjálpa til á eini legu, har tað eru 3 svimjihylar og eitt fitness-sentur við øllum hentleikum, har vit læra børn at svimja og spæla við tey, og so royna vit eisini at læra tannáringarnar eitt sindur av enskum.
Hvønn dag eru tað eisini 2 av okkum, sum skulu vera eftir heima og ansa eftir teimum sudanesisku børnunum, sum búgva her, og tað hevur eisini verið sera gevandi. Vit eru blivin sera góð við tey, tí fleiri av teimum hava ongi foreldur, og tí gerast tey eisini góð við okkum, tá vit vísa teimum kærleika.
Annars njóta vit eisini okkara samveru sum toymið; vit hava bíbiltímar saman, biðja saman og hava tað stuttligt saman. Vit eru øll sera glað fyri okkara toymi, og vit takka eisini Gudi fyri, at hann hevur sett júst okkum saman. Vit hava merkt Guds nærveru, og vit hava upplivað nógv, góð, stór og cool ting!
M.a kunnu vit nevna, at vit hava verið nógv saman við einum bólki, sum kallar seg Team Xtream. Tað er ein bólkur av "bodybuildarum" sum gera xtrem ting: boyggja jarnstengur við munninum, bróta 12 múrsteinar í einum, krúlla steikipannir saman, men samstundis vitna teir ímeðan teir gera hetta, og hetta er ein fantstiskur møguleiki at náa eina stóra fjøld. Teir eru ótrúliga brennandi, og vit hava sanniliga fingið gott at vera saman við teimum.
Til endans vilja vit takka fyri forbøn! Gud hevur sanniliga hoyrt bønir tykkara!
Kærar heilsur
Ísraelstoymið 2010
Sverri, Kartin, David, Petur Pauli, Ólavur, Andras, Kristina, Diana, Eyð og Unn.
Ein heilsan við 1 Jóh. 4, 19-21.
| |
|
3. Septembur 2010
|
|
|
31. August 2010
|
|
|
26. August 2010
|
|
|
24. August 2010
|
|
|
18. August 2010
|
|
|
16. August 2010
|
|
|
|
6. Septembur 2010  |
| Tiltøk |
|
Okkara lega í Nesvík
10. - 12. Sep
Starvsfólkaskeið í Nesvík
20. - 23. Sep
Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík
24. - 25. Sep
Talvudagur sunnudagsskúlans
26. Sep
Sangskeið í Nesvík
8. - 12. Okt
|
Vís alla skránna
Aðrar talur
|