|
| Vitnisburður |
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira |
| Andakt |
|
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.
Les meira |
| Nýggjastu tíðindi á trubodin.fo |
| Nýggju fyristøðufólkini á Ørkini byrjað |
|
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík
Les meira |
| Keyp frá Forlagnum |
|
| Myndasavn |

|
|
Heilsan frá Kambodjatoyminum - ung |
|
| Lagt út hevur : mission , tann 9/7-2010 |
|
 | | Frá arbeiðinum í Kambodja (savnsmynd). |
Hey øll tit heima í Føroyum! Nú kemur so endiliga fyrsta heilsanin frá okkum ungu í Kambodja. Vit hava nógv at takka fyri. Vit eru komin allan tann langa vegin úr Føroyum til Kambodja í øllum góðum.
Ferðin til London gekk væl. Har høvdu vit eitt deiligt hotel og fingu ein góðan dag í býnum, áðrenn ferðin gekk til Bangkok við millumlending í Mumbai, India. Eftir eina nátt í Bangkok helt ferðin fram til Kambodja. Eftir drúgvan busstúr, komu vit til okkara hotel, sum verður okkara heim næstu 13 dagarnar. Væl móttikin av Timothy á markinum til Kambodja og væl móttikin av Reimundi á hotellinum.
Í dag byrjaði okkara tænastan her. Saman við 12 ungum kambodjanarum, fara vit at fyrireika eina legu í Siem Reap (norður Kambodja) og eina í Kampot (suður Kambodja).
Vit fara at vera saman við hesum 12 alla tíðina, vit vera í Kambodja. Vit búgva tí á sama hotelli. Hesir fyrstu dagarnir brúka vit sama við teimum. Vit vilja læra tey at kenna og fyrireika báðar legurnar, sum eru fyri framman. Saman við teimum vilja vit serliga náa tey ungu í hesum báðum økjunum.
Hesin fyrsti dagurin hevur gingið sera væl og eru vit øll komin at kennast. Vit gleða okkum til komandi tíð. Harrin er góður og at tæna honum her er ein gleði fyri okkum øll. Vit gleðast um okkara kæru heima í Føroyum og takka so innaliga fyri forbøn.
Heilsan Kambodjatoymi.
| |
|
3. Septembur 2010
|
|
|
31. August 2010
|
|
|
26. August 2010
|
|
|
24. August 2010
|
|
|
18. August 2010
|
|
|
16. August 2010
|
|
|
|
6. Septembur 2010  |
| Tiltøk |
|
Okkara lega í Nesvík
10. - 12. Sep
Starvsfólkaskeið í Nesvík
20. - 23. Sep
Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík
24. - 25. Sep
Talvudagur sunnudagsskúlans
26. Sep
Sangskeið í Nesvík
8. - 12. Okt
|
Vís alla skránna
Aðrar talur
|