|
| Vitnisburður |
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira |
| Andakt |
|
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.
Les meira |
| Nýggjastu tíðindi á trubodin.fo |
| Nýggju fyristøðufólkini á Ørkini byrjað |
|
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni úr Klaksvík tóku 1. september, yvir sum fyristøðufólk á Hotel Ørkini í Reykjavík
Les meira |
| Keyp frá Forlagnum |
|
| Myndasavn |

|
|
Heilsan frá Ukreinatoyminum |
|
| Lagt út hevur : mission , tann 1/7-2010 |
|
 | | Myndin er frá toymisferðini í Ukreina í 2009. |
Ukreinatoymið fór úr Føroyum 26. juni. Við toyminum eru 16 fólk. Í Ukreina fara tey at hjálpa til og vera leiðarar á eini legu fyri foreldraleys børn í býnum Uzhgorod í Vesturukreina. Toymið verður aftur í Føroyum 13. juli. Í gjárkvøldið kom ein heilsan frá toyminum.
Vit eru stødd í Uzhgorod, sum er býurin, ið liggur nær við barnaheimið, har vit skulu hjálpa til á eini legu.
Hóast ferðin var long, so gekk alt væl. Vit komu øll fram, og vit fingu alt viðføri við okkum.
Hesar seinastu dagarnar hava vit verið saman við fólkunum úr YWAM.
Vit hava m.a. lært okkum spøl til leguna og annars fyrireika okkum mentalt, andaliga og sosialt.
Legan byrjar í morgin (hósdag), og vit skulu vera her í átta dagar.
Okkara uppgáva á leguni er fyrst og fremst at taka okkum av børnunum og vísa teimum umsorgan og kærleika. Hesi bæði orðini eru næstan ókend fyri teimum. Børnini hava havt ein ringan uppvøkstur og fleiri av teimum eru rýmd heimanífrá.
Sum sagt, so byrjar legan í morgin. Vit gleða okkum sera nógv til leguna og biðja eftir, at Gud má geva okkum kraft og styrki til at spegla hansara kærleika út til børnini.
Vit hava tað øll gott.
Biðið fyri okkum, børnunum, YWAM.
Andrias Magnussen,
toymisleiðari
| |
|
3. Septembur 2010
|
|
|
31. August 2010
|
|
|
26. August 2010
|
|
|
24. August 2010
|
|
|
18. August 2010
|
|
|
16. August 2010
|
|
|
|
6. Septembur 2010  |
| Tiltøk |
|
Okkara lega í Nesvík
10. - 12. Sep
Starvsfólkaskeið í Nesvík
20. - 23. Sep
Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík
24. - 25. Sep
Talvudagur sunnudagsskúlans
26. Sep
Sangskeið í Nesvík
8. - 12. Okt
|
Vís alla skránna
Aðrar talur
|